Far beinleiðis til innihaldið

GÓÐ RÁÐ TIL FAMILJUNA

Hvussu kunnu maður og kona vísa hvørjum øðrum kærleika?

Hvussu kunnu maður og kona vísa hvørjum øðrum kærleika?

 Sum árini ganga, gera summi hjún minni og minni burtur úr at vísa hvørjum øðrum kærleika. Er hetta støðan í tínum hjúnabandi? Um so er, hvat kanst tú so gera?

 Hvat skalt tú vita?

 At vísa kærleika er alneyðugt, um eitt hjúnaband skal vera gott. Eins og vit hava brúk fyri mati og vatni fyri at hava góða heilsu, er neyðugt at vísa kærleika í hjúnabandinum, um tað skal vera gott. Sjálvt tá ið maður og kona hava verið gift í nógv ár, hava tey brúk fyri at føla seg elskað.

 Sannur kærleiki er ósjálvsøkin. Ein, sum veruliga elskar sín hjúnafelaga, vil, at hann ella hon skal hava tað gott. Heldur enn bara at vísa kærleika, tá ið mann knappliga kemur í tankar um tað, leggur ein umhugsin hjúnafelagi merki til, hvat hin hevur brúk fyri, og ger nakað við tað.

 Vanliga hava kvinnur størri tørv á kærleika enn menn. Ein maður er kanska sera góður við konu sína. Men um hann bara sigur tað við hana um morgunin og um kvøldið ella bara, áðrenn tey hava sex, kann konan kanska ivast í, um hann veruliga elskar hana. Tað er nógv betri, at hann fleiri ferðir um dagin vísir, at hann er góður við hana.

 Hvat kanst tú gera?

 Vís kærleika í orðum. Bara tað at siga ’eg elski teg’ ella ’tú ert tað besta hjá mær’, kann gera, at hjúnafelagin følir seg virðismettan.

 Meginregla í Bíbliuni: „Muðurin talar tað, sum hjartað er ov fult av.“ – Matteus 12:34.

 Prei: Tað ber væl til at „siga“ nakað fitt uttan at siga tað hart. Hví ikki skriva tað á ein lepa, í eitt teldubræv ella í eitt sms?

 Vís kærleika í gerðum. At geva eitt klemm, ein muss ella bara at leiðast kann vísa, at tú veruliga meinar tað, tá ið tú sigur ’eg elski teg’. Tú kanst eisini vísa konuni, at tú elskar hana við at taka um hana, hyggja kærliga at henni ella geva henni eina gávu av og á. Eitt annað, tú kanst gera, er at hjálpa konuni við onkrum praktiskum, eitt nú at bera posarnar fyri hana, lata hurðina upp fyri henni, vaska upp, vaska klæðir ella gera døgurða. Hjá nógvum kvinnum er hetta meira enn praktisk hjálp – tað er prógv um kærleika.

 Meginregla í Bíbliuni: „Latið okkum ikki [bara] elska við orði ella við tungu, men í verki.“ – 1. Jóhannesarbræv 3:18.

 Prei: Far líka væl við hjúnafelaganum nú, sum tú gjørdi, tá ið tit gingu saman.

 Brúkið tíð saman. Tað er týðandi, at tit brúka tíð saman einsamøll. Og tá vísa tit eisini hvørjum øðrum, at tykkum dámar at vera saman. Men tað kann vera torført at fáa tíð at vera einsamøll, serliga um tit eiga børn ella hava nógv annað at gera hvønn dag. Kanska kunnu tit gera okkurt einfalt saman, sum til dømis at ganga túr regluliga – bara tit bæði.

 Meginregla í Bíbliuni: ’Dømið um, hvat beinast er.’ – Filippibrævið 1:10.

 Prei: Nøkur pør, sum hava nógv um at vera, seta regluliga tíð av til „date-kvøld“ ella „date-vikuskifti“ fyri at hava tíð saman.

 Kenn hjúnafelagan. Tað er ymiskt, hvussu stóran tørv mann hevur á kærleika. Tit kunnu fortelja hvørjum øðrum, hvat tit hava brúk fyri, og vita, um tit kunnu gera meira fyri at vísa hvørjum øðrum kærleika. Roynið síðani at gera nakað við tað. Minnist til, at tað hevur alstóran týdning at vísa kærleika, um hjúnabandið skal vera gott.

 Meginregla í Bíbliuni: „Kærleikin ... søkir ikki sítt egna.“ – 1. Korintbræv 13:4, 5.

 Prei: Heldur enn at krevja, at hjúnafelagin vísir tær kærleika, kanst tú spyrja teg sjálvan: ’Hvat kann eg gera fyri, at hjúnafelagin fær hug at vísa mær størri kærleika?’