Hvat merkja tøl í Bíbliuni? Stríðir numerologi ímóti tí, sum Bíblian lærir?
Bíblian svarar
Tøl í Bíbliuni hava ofta bókstavligan týdning, men viðhvørt verða tey brúkt ímyndarliga. Vanliga sæst tað á samanhanginum, um eitt tal er ímyndarligt. Hugsa um hesi bíbilsku dømini um tøl, sum hava ímyndarligan týdning:
1 Einleiki. Til dømis bað Jesus til Gud um, at hansara eftirfylgjarar skuldu „verða eitt, sum Tú, Faðir, ert í Mær, og Eg eri í Tær“. – Jóhannes 17:21; Matteus 19:6.
2 Í løgfrøðiligum høpi staðfesta tvey vitni, at ein søk er sonn. (5. Mósebók 17:6) Somuleiðis staðfestir ein endurtøka av eini sjón ella eini frásøgn, at upplýsingarnar eru sannar. Til dømis segði Jósef, tá ið hann týddi dreymin hjá Farao í Egyptalandi: „At Farao hevur havt dreymin tvær ferðir, tað vil siga, at hetta er fast avgjørt av Gudi.“ (1. Mósebók 41:32) Í profetium kunnu ’tvey horn’ ímynda eina stjórn við tveimum kongum, sum Dániel profetur fekk at vita í sambandi við medo-persiska ríkið. – Dániel 8:20, 21; Opinberingin 13:11.
3 Eins og trý vitni við vissu kunnu prógva, at ein søk er sonn, sær tað út til, at um okkurt verður endurtikið tríggjar ferðir, verður tað staðfest við vissu. – Ezekiel 21:27; Ápostlasøgan 10:9-16; Opinberingin 4:8; 8:13.
4 Tað kann ímynda nakað, sum fevnir um alt, ella sum er fullfíggjað. Til dømis standa teir ’fýra vindar jarðarinnar’ fyri oyðandi kreftir, sum koma úr øllum ættum. – Opinberingin 7:1; 21:16; Esaias 11:12.
6 Av tí at seks er eitt minni enn sjey, og sjey ofta ímyndar nakað, sum er fullfíggjað, kann seks merkja nakað, sum er ófullfíggjað ella ófullkomið ella okkurt, sum hevur við Guds fíggindar at gera. – 1. Krønikubók 20:6; Dániel 3:1; Opinberingin 13:18.
7 Hetta talið umboðar ofta tað, sum er fullfíggjað. Til dømis gav Gud boð um, at ísraelsmenn skuldu ganga rundan um Jeriko sjey dagar á rað, og sjeynda dagin skuldu teir gera tað sjey ferðir. (Josva 6:15) Í Bíbliuni eru nógv dømi um, at talið sjey verður brúkt á líknandi hátt. (3. Mósebók 4:6; 25:8; 26:18; Sálmur 119:164; Opinberingin 1:20; 13:1; 17:10) Tá ið Jesus segði við Pætur, at hann skuldi fyrigeva bróður sínum „ikki sjey ferðir, men sjeyoghálvfjerðs ferðir“, merkti endurtøkan av „sjey“, at einki mark skuldi vera. – Matteus 18:21, 22, New World Translation.
10 Hetta talið kann merkja heildin ella nøgdin av onkrum. – 2. Mósebók 34:28; Lukas 19:13; Opinberingin 2:10.
12 Hetta talið sær út til at ímynda eina fullkomna, guddómliga skipan. Til dømis sá Jóhannes ápostul í eini sjón av himmalinum ein bý, sum „hevði tólv grundarsteinar, og á teimum stóðu nøvn hinna tólv ápostla“. (Opinberingin 21:14; 1. Mósebók 49:28) Tøl, sum 12 gongur uppí, kunnu hava líknandi merking. – Opinberingin 4:4; 7:4-8.
40 Fleiri tíðarskeið við dómum ella revsing høvdu samband við talið 40. – 1. Mósebók 7:4; Ezekiel 29:11, 12.
Numerologi og gematri
At tøl í Bíbliuni hava ímyndarligan týdning kann ikki samanberast við numerologi. Í numerologi verður leitað eftir einum okkultum týdningi í tølum, í samanseting av tølum og í samanlegging av tølum. Jødiskir kabbalistar hava til dømis kannað Hebraisku skriftirnar við at brúka eina mannagongd, sum verður rópt gematri, har hvør bókstavur hevur eitt talvirði, og at tað soleiðis ber til at finna eina dulda merking í tekstinum. Numerologi er eitt slag av spádómi, sum Gud fordømir. – 5. Mósebók 18:10-12.