Kann Bíblian hjálpa mær, um eg havi tunglyndi?
Bíblian svarar
Ja, tí besta hjálpin kemur frá Gudi, „sum troystar tey, ið niðurboygd eru“. – 2. Korintbræv 7:6.
Hvørja hjálp gevur Gud teimum, sum hava tunglyndi?
Styrki. Gud troystar og styrkir teg. Hann beinir ikki fyri øllum tínum trupulleikum, men hann svarar tínum bønum, tá ið tú biður um hjálp til at halda út. (Filippibrævið 4:13) Tú kanst vera vísur í, at hann lurtar eftir tær, tí Bíblian sigur: „HARRIN er teimum nær, sum hava sundurbrotið hjarta, Hann frelsir tey, sum hava sundursoraðan anda.“ (Sálmur 34:19) Gud hoyrir títt neyðarróp, sjálvt um tú ikki dugir at seta orð á tínar kenslur. – Rómbrævið 8:26, 27.
Góðar fyrimyndir. Ein bíbliuskrivari bað soleiðis til Gud: „Úr djúpinum rópi eg til Tín.“ Tá ið hesin bíbliuskrivarin var tungur í huga, uggaði tað hann at hugsa um, at Gud ikki vil, at vit skulu vera plágað av skuldarkenslum. Harafturímóti segði hann við Gud: „Gavst Tú misgerðum gætur, HARRI, hvør varð tá standandi, Harri! Men hjá Tær er syndafyrigeving, fyri at ótti skal vera fyri Tær.“ – Sálmur 130:1, 3, 4.
Vón. Umframt at Gud uggar okkum nú, hevur hann eisini givið lyfti um at beina fyri øllum trupulleikum, sum elva til tunglyndi. Tá ið hann uppfyllir hetta lyftið, skal „hitt fyrra [til dømis tunglyndi] ... ikki verða minst, ongum skal aftur koma tað í hug“. – Esaias 65:17.
Gev gætur: Hóast vit sum Jehova vitni viðurkenna hjálpina frá Gudi, taka vit eisini ímóti læknaviðgerð fyri ymiskar sjúkur, eitt nú tunglyndi. (Markus 2:17) Hinvegin mæla vit ikki til nakra ávísa læknaviðgerð. Vit halda, at hvør einstakur eigur at taka sína egnu avgerð.