Hvat sigur Bíblian um samkynd?
Bíblian svarar
Tá ið Gud skapti menniskjuni, var ætlanin, at sex bara skuldi fara fram í hjúnabandinum millum ein mann og eina konu. (1. Mósebók 1:27, 28; 3. Mósebók 18:22; Orðtøkini 5:18, 19) Bíblian fordømir allar seksuellar gerðir, sum ikki eru millum ein mann og konu hansara, uttan mun til um talan er um samkyndar ella hinskyndar gerðir. (1. Korintbræv 6:18) Hetta fevnir um samlegu, at øsa kynsgøgnini hjá einum øðrum persóni og oral- ella analsex.
Bíblian góðtekur ikki samkyndar gerðir, men hon góðtekur heldur ikki, at fólk kasta hatur á samkynd. Kristin verða tvørturímóti eggjað til at ’æra øll’. – 1. Pætursbræv 2:17.
Verða fólk fødd samkynd?
Bíblian nevnir ikki beinleiðis nakað um ta lívfrøðiligu síðuna av samkyndum kenslum, men hon vísir á, at vit øll eru fødd við einum lyndi til at ganga ímóti Guds boðum. (Rómbrævið 7:21-25) Heldur enn at leggja dent á orsøkina til samkyndar kenslur, forbjóðar Bíblian samkyndum gerðum.
Hvussu kanst tú gleða Gud, hóast tú hevur samkyndar kenslur?
Bíblian sigur: „Latið ikki kropp tykkara stýra tykkum. Drepið ein og hvønn hug til skeivt slag av sex.“ (Kolossebrævið 3:5, Contemporary English Version) Skalt tú drepa skeiva hugin, sum kann føra til skeivar gerðir, mást tú hava tamarhald á tínum tonkum. Fyllir tú javnan sinnið við góðum tonkum, verður tað lættari at berjast ímóti skeiva huginum. (Filippibrævið 4:8; Jákupsbrævið 1:14, 15) Hóast tað kann vera eitt stríð at byrja við, kann tað við tíðini gerast lættari. Gud lovar at hjálpa tær, so tú kanst verða ’endurnýggjaður í anda sinnis tíns’. – Efesusbrævið 4:22-24.
Sama stríð er galdandi fyri milliónatals menniskju við hinskyndum kenslum, sum gjarna vilja fylgja normunum í Bíbliuni. Tað kundi til dømis verið støk, sum hava ilt við at finna ein hjúnafelaga, ella tey, sum eru gift við einum, ið ikki er førur fyri at hava sex. Tey velja at hava tamarhald á seksuella huginum, uttan mun til hvørjum freistingum tey verða fyri. Og kortini kunnu tey gleðast um lívið, og tað kunnu tey, sum hava samkyndar kenslur, eisini, um tey veruliga vilja gleða Gud. – 5. Mósebók 30:19.