Far beinleiðis til innihaldið

Hvussu kanst tú sleppa frá at vera bangin fyri at doyggja?

Hvussu kanst tú sleppa frá at vera bangin fyri at doyggja?

Bíblian svarar

 Einki er at siga til, at vit eru bangin fyri at doyggja, tí deyðin er ein fíggindi. (1. Korintbræv 15:26) Og tí royna vit eisini alt, vit eru ment, at halda okkum á lívi. Men ein ógvisligur ótti fyri deyðanum, sum stendst av pátrúgv ella øðrum skeivum fatanum, kann gera, at fólk verða hildin „í trældómi alla lívstíð sína“. (Hebrearabrævið 2:15) At vita sannleikan um deyðan kann fría teg frá einum sjúkligum ótta – einum ótta, sum kann forða tær í at gleðast um lívið. – Jóhannes 8:32.

Sannleikin um deyðan

  •   Tey deyðu vita ikki til sín. (Sálmur 146:4) Tú skalt ikki vera bangin fyri at verða píndur, tá ið tú ert deyður, tí Bíblian samanber deyðan við tað at sova. – Sálmur 13:4; Jóhannes 11:11-14.

  •   Tey deyðu kunnu ikki gera okkum fortreð. Sjálvt fólk, sum vóru harðlig, fáa einki gjørt í deyðanum. Bíblian sigur: „Hatri teirra og øvund teirra er langt síðani úti við.“ – Prædikarin 9:6.

  •   Deyðin merkir ikki endiliga, at tað er heilt úti við okkum. Gud fer at reisa fólk upp frá deyðum, so tey aftur kunnu liva. – Jóhannes 5:28, 29; Ápostlasøgan 24:15.

  •   Gud hevur lovað, at einaferð skal „deyðin ... ikki vera longur.“ (Opinberingin 21:4) Um ta tíðina sigur Bíblian: „Hini rættvísu arva landið og búgva í tí allar ævir“, og eru als ikki bangin fyri at doyggja. – Sálmur 37:29.