Er reinsanareldurin nevndur í Bíbliuni?
Bíblian svarar
Nei, tað er hann ikki. Orðið „reinsanareldur” stendur ongastaðni í Bíbliuni, og hon lærir heldur ikki, at sálirnar hjá teimum, sum doyggja, verða reinsaðar í reinsanareldinum. a Legg til merkis, at tað, sum Bíblian lærir um synd og deyða, als ikki samsvarar við læruna um reinsanareldin.
Trúgvin á blóð Jesusar – ikki tíðin í einum sonevndum reinsanareldi – reinsar eitt menniskja frá synd. Bíblian sigur, at „blóð Jesusar, Sonar [Guds], reinsar okkum frá allari synd“, og at Jesus Kristus „hevur loyst okkum frá syndum okkara við blóði Sínum“. (1. Jóhannesarbræv 1:7; Opinberingin 1:5) Jesus hevur givið „lív Sítt sum loysigjald fyri mong“ og soleiðis goldið fyri syndir teirra. – Matteus 20:28.
Tey deyðu vita ikki til sín. „Víst vita tey, sum liva, at tey mugu doyggja, men hini deyðu vita einki.“ (Prædikarin 9:5) Ein, sum er deyður, følir einki, og tí kann pínan í einum reinsanareldi ikki reinsa hann.
Eftir deyðan er eingin revsing fyri syndir. Bíblian sigur, at „lønin, ið syndin gevur, er deyði“, og at „tann, ið deyður er, er rættvísgjørdur frá syndini“. (Rómbrævið 6:7, 23) Deyðin er tann fulla og endaliga revsingin fyri synd.
a Viðvíkjandi reinsanareldinum sigur bókin Orpheus: A General History of Religions, at „hann ikki er nevndur við einum orði í evangeliunum”. Og í New Catholic Encyclopedia stendur: „Alt samanumtikið er katólska trúarlæran um reinsanareldin grundað á siðvenju, ikki á Heilagu skriftina.“ – Onnur útgáva, bind 11, síða 825.
b Sí New Catholic Encyclopedia, aðru útgávu, bind 11, síðu 824.