Hvussu sær Djevulin út?
Bíblian svarar
Djevulin er ein ósjónligur andaskapningur, og tað merkir, at hann ikki hevur nakran fysiskan kropp, sum vit síggja. – Efesusbrævið 6:11, 12.
Djevulin verður ofta avmyndaður sum ein geitalíknandi skapningur við hornum, hala og eini kvísl. Nøkur halda, at listafólk úr miðøldini hava funnið upp á slíkar myndir, tí tey helst vóru ávirkað av sagnum og fornari gudalæru.
Hvussu lýsir Bíblian Djevulin?
Bíblian lýsir Djevulin upp á ymiskar mátar. Og tað hjálpir okkum at skilja, hvussu hann er sum persónur, ikki hvussu hann sær út. Her eru nøkur dømi um, hvussu Bíblian lýsir hann:
Ein ljóssins eingil. Hann letur sum um, at hann bjóðar fólki nakað gott, tí hann vil, at tey skulu fylgja tí, hann sigur, heldur enn tí, Gud sigur. – 2. Korintbræv 11:14.
Ein brølandi leyva. Hann loypur á Guds tænarar. – 1. Pætursbræv 5:8.
Ein stórur dreki. Hann er ræðandi, hevur stórt vald og oyðileggur nógv. – Opinberingin 12:9.