Hvat er meiningin við lívinum?
Bíblian svarar
Vit kunnu seta henda spurningin upp á fleiri mátar, til dømis: ’Hví eru vit til?’ ella ’Er nøkur meining við mínum lívi?’ Bíblian vísir, at meiningin við lívinum er at gerast vinur við Gud. Hugsa um hesar grundleggjandi sannleikarnar í Bíbliuni.
Gud hevur skapt okkum. Bíblian sigur: „[Gud] skapti okkum; vit eru Hansara.“ – Sálmur 100:3; Opinberingin 4:11.
Gud hevur eina ætlan við øllum, sum hann skapar, eisini við okkum. – Esaias 45:18.
Gud hevur skapt okkum við einum andaligum tørvi, og tí hava vit hug at vita, hvat meiningin er við lívinum. (Matteus 4:4) Gud vil, at vit skulu finna svarið. – Sálmur 145:16.
Vit nøkta okkara andaliga tørv við at gerast vinir við Gud. Hjá summum virkar tað kanska ómøguligt at gerast vinur við Gud, men Bíblian sigur: „Haldið tykkum nær til Gud, so skal Hann halda Seg nær til tykkara!“ – Jákupsbrævið 4:8; 2:23.
Skulu vit gerast vinir við Gud, mugu vit liva soleiðis, sum hann vil hava okkum at liva. Í Bíbliuni stendur: „Óttast Gud og halt boð Hansara! Tað er tað, ið hvørt menniskja eigur at gera.“ – Prædikarin 12:13.
Í framtíðini fara vit til fulnar at uppliva, hvat Guds upprunaliga ætlan var við okkum. Tá fer hann at gera enda á líðingum og geva sínum vinum, teimum sum tilbiðja hann, ævigt lív. – Sálmur 37:10, 11.