Sigur Bíblian nakað um samkynt hjúnalag?
Bíblian svarar
Skaparin ásetti reglur fyri hjúnalag, langt áðrenn myndugleikarnir fóru at gera lógir um tað. Fyrsta bókin í Bíbliuni sigur: „Maðurin [fer] frá faðir og móður og heldur seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold.“ (1. Mósebók 2:24) Hebraiska orðið fyri „kona“ merkir „eitt kvennkynsmenniskja“, sambært Vine’s Expository Dictionary of Biblical Words. Jesus staðfesti, at eitt hjúnaband skal vera millum „mann og kvinnu“. – Matteus 19:4.
Gud ætlaði altso, at hjúnalagið skuldi vera eitt varandi og inniligt samband millum ein mann og eina konu. Menn og kvinnur eru skapt at hóska saman, soleiðis at tey eru før fyri at nøkta kensluliga og kynsliga tørvin hjá hvørjum øðrum og fáa børn.