Svarar Gud mínum bønum?
Bíblian svarar
Bæði Bíblian og dømi úr veruliga lívinum vísa, at Gud svarar bønum. Bíblian sigur um Gud: „Hann ger teimum eftir ynski, sum óttast Hann, Hann hoyrir róp teirra og frelsir tey.“ (Sálmur 145:19) Men um Gud svarar tær, tá ið tú biður, er í stóran mun upp til tín.
Hvat hevur týdning hjá Gudi?
At vit biðja til Gud, ikki til Jesus, Mariu, halgimenni, einglar ella myndir. Tað er bara Jehova Gud, sum „hoyrir bønir“. – Sálmur 65:3.
At vit biðja í samsvari við Guds vilja, ella hansara krøv, sum standa í Bíbliuni. – 1. Jóhannesarbræv 5:14.
At vit biðja í Jesu navni og soleiðis vísa, at vit viðurkenna hansara myndugleika. „Eingin kemur til Faðirin uttan við Mær,“ segði Jesus. – Jóhannes 14:6.
At vit biðja í trúgv, og at vit biðja um meira trúgv, um neyðugt. – Matteus 21:22; Lukas 17:5.
At vit eru eyðmjúk og meina tað, vit siga. Bíblian sigur: „HARRIN er høgur, men Hann vendir eygað til tann, ið lítið hevur at týða.“ – Sálmur 138:6.
At vit halda á at biðja. Jesus segði: „Biðið, og tykkum skal verða givið!“ – Lukas 11:9.
Hvat hevur ikki týdning hjá Gudi?
Húðarlitur ella tjóðskapur. „Gud ger ikki mannamun, men ... í hvørji tjóð tekur Hann ímóti tí, sum óttast Hann og ger rættvísi.“ – Ápostlasøgan 10:34, 35.
Kropsstøða. Tú kanst biðja til Gud, meðan tú situr, boyggir teg niður, liggur á knæ ella stendur uppi. – 1. Krønikubók 17:16; Nehemias 8:6; Dániel 6:11; Markus 11:25.
Um tú biður hart ella innantanna. Gud svarar tær enntá, tá ið tú biður stillar bønir, sum eingin annar hoyrir. – Nehemias 2:1-6.
Um tínir trupulleikar eru stórir ella smáir. Í Bíbliuni stendur: „Kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum.“ – 1. Pætursbræv 5:7.