Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Hvat skal eg vita um at multitaska?

Hvat skal eg vita um at multitaska?

 Hvussu væl dugir tú at multitaska?

 Dugir tú at multitaska, altso at gera fleiri ting í senn? Nógv halda, at tey, sum eru vaksin upp við teldum, snildfonum og tílíkum, duga betur at multitaska enn tey, sum ikki eru vaksin upp við tí. Men passar tað?

 RÆTT ella SKEIVT?

  •   Tú sparir tíð, tá ið tú multitaskar

  •   Meira tú multitaskar, betur dugir tú

  •   Ung duga betur at multitaska enn eldri

 Heldur tú, at nakað av hesum er rætt? Um tú svarar ja, so er tað kanska mytan um at multitaska, sum hevur lumpað teg.

 Mytan um at multitaska

 Dugir tú at gera tvey ting í senn? Tað ber kanska til, um eitt av teimum ikki krevur, at tú hugsar nakað serligt. Lurtar tú til dømis eftir tónleiki, meðan tú vaskar kamarið, gongur tað sikkurt fínt.

 Men roynir tú at gera tvey krevjandi ting í senn, skalt tú ikki rokna við, at nakað av tí verður heilt gott. Kanska er tað tí, at ein ung kvinna, sum eitur Katherine, sigur soleiðis: „At multitaska merkir at duga at gera nógv ting í senn við vánaligum úrsliti.“

 „Meðan eg stóð og tosaði við ein, fekk eg eitt sms, sum eg noyddist at svara upp á. Eg royndi so at gera bæði samstundis. Av tí sama fekk eg ikki helvtina við av tí, sum hin segði, og eg stavaði næstan alt skeivt í sms’inum.“ – Caleb.

 Sherry Turkle, sum granskar sambandið millum menniskju og tøkni, skrivar: „Tá ið vit halda, at vit duga at gera fleiri ting í senn, ... verður úrslitið verri. At multitaska stimulerar heilan soleiðis, at vit halda, at vit klára okkum betur og betur, meðan vit í veruleikanum klára okkum verri og verri.“ a

 „Onkuntíð haldi eg, at eg dugi ordiliga væl at skriva sms til ein og samstundis tosa við ein annan. Men so finni eg út av, at eg sigi tað, sum eg skuldi skriva, og skrivi tað, sum eg skuldi siga.“ – Tamara.

 Tey, sum royna at multitaska, gera lívið strævnari enn neyðugt. Tað tekur til dømis ofta longri tíð hjá teimum at gera skúlating. Ella kanska noyðast tey at gera okkurt umaftur, sum tey hildu var liðugt. Tey, sum multitaska, hava altso minni tíð til at gera tað, sum tey hava hug til.

 Thomas Kersting, psykoterapeutur og skúlaráðgevi, sigur: „Samanbera vit heilan við eitt ruddiligt arkivskáp, so er heilin hjá einum, sum ofta multitaskar, tað bera órudd.“ b

 „Fleiri ting tú gert í senn, størri vandi er fyri, at tú gloymir okkurt. Og so endar tað við, at tú gevur tær sjálvum meira at gera, og tú spillir tíð í staðin fyri at spara tíð.“ – Teresa.

At royna at multitaska er sum at royna at koyra á tveimum vegum í senn

 Nakað, sum riggar betur

  •   Lær teg at gera eitt í senn. Tað kann vera ringt, serliga um tú ert vanur við at gera fleiri ting í senn, til dømis at sms’a meðan tú gert skúlating. Men Bíblian sigur, at vit skulu „døma um, hvat beinast er“, altso hugsa um, hvat hevur størstan týdning. (Filippibrævið 1:10) Alt, sum vit gera, hevur ikki líka stóran týdning. Tú mást finna út av, hvat er mest umráðandi, og so gera tað liðugt fyrst.

     „Ein heili, sum ikki er fokuseraður, er eitt sindur sum eitt smábarn. Viðhvørt noyðist tú at siga nei, sjálvt um tað virkar lættari bara at lata heilan fáa sín vilja.“ – Maria.

  •   Lat einki órógva teg. Heldur tú tað vera freistandi at kekka telefonina, meðan tú gert skúlating? Legg hana so inn í eitt annað rúm. Sløkk sjónvarpið, og royn at lata vera við at hugsa um, hvat hendir á sosialu miðlunum. Bíblian sigur: „Brúka tína tíð upp á tann besta mátan.“ – Kolossebrævið 4:5, Easy-to-Read Version.

     „Eg havi funnið út av, at tað er nógv betri bara at gera eitt í senn. Tað er nógv stuttligari at kunna strika eitt ting av to-do-listanum og so fara víðari til tað næsta. Tað er ein góð kensla.“ – Onya.

  •   Gev teimum, tú tosar við, títt fulla uppmerksemi. Tú fært lítið burtur úr at gera nakað á telefonini, meðan tú tosar við onkran, og tað er eisini ófólkaligt. Bíblian sigur, at vit skulu gera móti øðrum, soleiðis sum vit vilja, at tey skulu gera móti okkum. – Matteus 7:12.

     „Viðhvørt tá ið eg tosi við systur mína, sms’ar hon til onkran ella ger okkurt annað á telefonini. Tað er mega irriterandi! Men fyri at vera heilt ærligur, so geri eg tað eisini sjálvur av og á.“ – David.

a Úr bókini Reclaiming Conversation.

b Úr bókini Disconnected.