UNG SPYRJA
Eg eri so smæðin – hvat kann eg gera?
Tað keðiliga við at vera smæðin er, at tað kann forða tær í at fáa góðar vinir og at uppliva ymiskt stuttligt.
Tað góða við at vera smæðin er, at tað kann hjálpa tær at hugsa teg um, áðrenn tú sigur nakað, og læra teg at eygleiða og lurta.
Tað, sum er enn betri, er, at sjálvt um tú ert smæðin nú, merkir tað ikki, at tú altíð fert at vera smæðin. Tú kanst læra at stýra tí. Henda greinin vísir tær, hvat tú kanst gera.
Finn út av, hvørjum tú ert bangin fyri
Tá ið tú ert smæðin, kanst tú føla teg ótryggan bara við tankan um at skula tosa við fólk andlit til andlits. Av tí sama følir tú teg kanska uttanfyri, sum um tú sat einsamallur í einum myrkum rúmi. Tað kann vera ræðandi. Men um tú roynir at finna út av, hvat tað er, tú ert bangin fyri, er tað kanska slett ikki so farligt. Her eru trý dømi:
Ótti nr. 1: „Eg veit ikki, hvat eg skal siga.“
Fakta: Tað, sum fólk minnast, er kanska ikki akkurát tað, sum tú sigur, men meira hvussu tey hava tað saman við tær. Tú kanst stýra tínum ótta, um tú lærir teg at lurta og at hava áhuga fyri tí, sum onnur siga.
Hugsa um hetta: Hvat dámar tær best – ein vin, sum tosar alla somlu tíðina, ella ein, sum dugir væl at lurta?
Ótti nr. 2: „Onnur halda ikki, at tað er stuttligt at vera saman við mær.“
Fakta: Fólk hava eina meining um teg, líkamikið um tú ert smæðin ella ikki. Tú kanst stýra tínum ótta – og hjálpa øðrum at fáa eina betri mynd av tær – um tú letur tey síggja, hvussu tú veruliga ert.
Hugsa um hetta: Um tú heldur, at øll hugsa ringt um teg, kundi tað so í veruleikanum verið tú, sum hugsaði skeivt um tey?
Ótti nr. 3: „Tað er so flovisligt, viss eg sigi nakað skeivt.“
Fakta: Øll siga okkurt skeivt av og á. Tú kanst stýra tínum ótta við at hugsa, at tá ið tú sigur okkurt skeivt, er tað ein møguleiki at vísa øðrum, at tú heldur ikki ert fullkomin.
Hugsa um hetta: Dámar tær ikki best at vera saman við nøkrum, sum tora at viðganga, at tey ikki eru fullkomin?
Visti tú? Nøkur, sum senda nógv sms, halda ikki sjálv, at tey eru smæðin. Men tað er ikki lætt at fáa ordiligar vinir upp á tann mátan, mann noyðist at tosa saman andlit til andlits. Sherry Turkle, sálarfrøðingur og serfrøðingur innan tøkni, skrivar: „Tað er tá ið vit síggja hvønn annan og hoyra hvønn annan, at vit veruliga verða knýtt at hvørjum øðrum.“ a
Hvat kanst tú gera?
Lat vera við at samanbera teg við onnur. Tú skalt ikki endiliga broyta teg, so tú verður ein øgiliga opin persónur. Men tú kanst hava sum mál at blíva minni smæðin og soleiðis fáa góðar vinir og uppliva ymiskt stuttligt.
„Tað er ikki neyðugt at tosa mega leingi við onnur, og tú skalt ikki endiliga vera mittpunktið í einari veitslu. Tú kanst kanska siga hey við onkran, sum tú ikki kennir, og spyrja tey um okkurt.“ – Alicia.
Meginregla í Bíbliuni: „Ein og hvør royni sítt egna verk! Tá skal hann hava rós sítt, bert eftir tí, sum hann sjálvur er, og ikki eftir tí, sum annar er.“ – Galatiabrævið 6:4.
Eygleið onnur. Eygleið tey, sum eru sosial. Legg merki til, hvussu tey tosa við onnur. Hvat riggar hjá teimum? Hvat riggar ikki so væl? Hvat duga tey væl, sum tú eisini hevur hug at læra?
„Summi hava øgiliga lætt við at fáa vinir. Hygg, hvussu tey gera, og lær av teimum. Legg merki til, hvat tey siga og gera, tá ið tey møta onkrum fyri fyrstu ferð.“ – Aaron.
Meginregla í Bíbliuni: „Jarn brýnir jarn, og eitt menniskjað brýnir annað.“ – Orðtøkini 27:17.
Set spurningar. Fólk dáma vanliga væl at fortelja, hvat tey halda um ymiskt, so tá ið tú skalt tosa við onnur, er tað gott at spyrja tey um okkurt. Og so ert tú heldur ikki í fokus.
„Um tú skalt vera saman við fleiri fólkum okkurt kvøldið, og har eisini eru nøkur, tú ikki kennir, kanst tú fyrireika teg frammanundan og hugsa um okkurt, tú kanst siga ella spyrja tey um. Tað kann hjálpa tær, so tú ikki verður so nervøsur.“ – Alana.
Meginregla í Bíbliuni: ’Havið ikki tykkara egna fyri eyga, men eisini tað, sum øðrum hoyrir til!’ – Filippibrævið 2:4.
a Úr bókini Reclaiming Conversation.