UNG SPYRJA
Hvat skal eg gera, um eg ikki passi inn?
„Viss tú ert øðrvísi enn øll hini, fært tú ongar vinir, hevur einki lív og onga framtíð. Øll gloyma teg, og tú verður einsamallur.“ – Carl.
Heldur tú, at tað ljóðar eitt sindur yvirdrivið? Tað kann væl vera, men nøkur vilja faktiskt gera, hvat sum helst fyri ikki at enda sum tann persónurin, Carl tosar um. Hvussu við tær? Henda greinin kann hjálpa tær at fáa vinir upp á ein betri máta.
Hví vilja nógv gjarna passa inn?
Tí tey ikki vilja føla seg uttanfyri. „Eg sá nakrar myndir á netinum av nøkrum vinfólkum, sum høvdu gjørt alt møguligt stuttligt uttan meg. Eg hugsaði um, hvat var galið við mær. Hví vildu tey ikki hava meg við? Eg bleiv næstan ør í høvdinum av at hugsa um tað.“ – Natalie.
HUGSA UM HETTA: Hevur tú nakrantíð følt teg uttanfyri? Hvat gjørdi tú so fyri at royna at passa inn?
Tí tey ikki vilja vera øðrvísi. „Míni foreldur vilja ikki geva mær eina telefon. Tá ið onkur vil hava mítt nummar, og eg sigi, at eg onga telefon eigi, siga tey: ’Meinar tú tað! Hvussu gomul ert tú?’ Tá ið eg sigi, at eg eri 13, taka tey synd í mær.“ – Mary.
HUGSA UM HETTA: Hvørjar reglur seta tíni foreldur, sum fáa teg at føla teg øðrvísi? Hvussu klárar tú tað?
Tí tey ikki vilja verða happað. „Tey í skúlanum dáma ikki nøkur, sum eru øðrvísi, tosa øðrvísi ella hava eina aðra trúgv. Um tú ikki passar inn, ert tú eitt lætt offur.“ – Olivia.
HUGSA UM HETTA: Hevur nakar gjørt tær fortreð, tí tú ert øðrvísi? Hvat gjørdi tú?
Tí tey ikki vilja missa sínar vinir. „Tá ið eg var saman við øðrum, royndi eg at vera sum tey. Eg fór at tosa sum tey, og eg flenti at nøkrum, sum slett ikki var stuttligt. Eg var enntá við til at happa onnur, sjálvt um eg visti, hvussu kedd tey blivu.“ – Rachel.
HUGSA UM HETTA: Hvussu umráðandi er tað fyri teg, at onnur dáma teg? Hevur tú nakrantíð broytt teg sjálvan fyri at passa inn?
Hvat skalt tú vita?
Tað kann virka øvut, um tú roynir at vera sum onnur fyri at passa inn. Hví? Tí fólk síggja væl, at tú roynir at vera ein annar, enn tú ert. Brian, sum er 20 ár, sigur: „Tá ið eg royndi at vera ein annar, enn eg var, føldi eg meg enn meira uttanfyri í flokkinum. Eg fann út av, at tað er best at vera, sum mann er. Fólk uppdaga tað beinanvegin, um mann spælir sjónleik.“
ROYN HELDUR: Hugsa um, hvat hevur mest at siga fyri teg. Bíblian sigur: ’Veljið tað rætta.’ (Filippibrævið 1:10, Nýggi Sáttmálin) So spyr teg sjálvan: ’Hvat hevur størri týdning – at vera sum hini, sjálvt um tey hava onnur virðir enn eg, ella at vera trúgvur móti mær sjálvum?’
„Tað gevur onga meining at royna at vera sum hini. Tað fær ikki fólk at dáma teg betur, og tú verður heldur ikki eitt betri menniskja.“ – James.
Tú kanst missa teg sjálvan burtur, um tú altíð roynir at passa inn. Tú kanst enda við at blíva ein, sum altíð bara ger, sum onnur siga. Ein ungur maður, sum eitur Jeremy, sigur: „Eg plagdi at gera hvat sum helst fyri at passa inn í ein ávísan bólk, eisini nakað, sum fekk fólk at hugsa ringt um meg. Eg læt onnur stýra, hvat eg segði og gjørdi.“
ROYN HELDUR: Hugsa um, hvat tú heldur vera rætt, og halt fast við tað. Ver ikki sum ein kameleónur, sum skiftir lit eftir umhvørvinum. Tað er av góðum grundum, at Bíblian sigur: ’Gev ikki eftir fyri fjøldini.’ – 2. Mósebók 23:2.
„Eg royndi at dáma alt, sum teimum dámdi – tónleik, spøl, klæðir, undirhald og sminku ... ja, eg royndi at vera akkurát sum tey. Eg haldi, at tey sóu, at eg ikki var ektað. Tað haldi eg faktiskt, at øll gjørdu, eisini eg sjálv. At enda føldi eg meg kedda og einsamalla, og eg visti ikki longur, hvør eg var. Eg visti ikki, hvat mær dámdi ella hvat eg helt. Eg fann út av, at eingin passar saman við øllum, og at mann ikki kann vænta, at øll dáma ein. Men fyri tað ber tað væl til at fáa vinir, mann skal bara hava tíð til at læra seg sjálvan at kenna.“ – Melinda.
Tað kann enda við, at tú gert okkurt býtt, um tú gjarna vilt passa inn. Chris fortelur, at akkurát tað hendi hjá einum ungum dreingi í hansara familju. „Hann fór at gera ymiskt, sum hann vanliga ongantíð hevði gjørt, sum til dømis at taka rúsevni, bara fyri at passa inn,“ sigur Chris. „Hann bleiv fullkomiliga bundin av rúsevnum, og tað mundi enda heilt galið hjá honum.“
ROYN HELDUR: Halt teg burtur frá teimum, sum tosa og uppføra seg upp á ein máta, sum vísir, at tey ikki hava serliga góðar normar. Bíblian sigur: „Kom saman við vís, og tú verður vísur! Men vini dára, honum gongst illa.“ – Orðtøkini 13:20.
„Onkuntíð er tað gott at royna at passa inn. Men ikki um tú noyðist at gera nakað, sum tú veitst er skeivt. Sannir vinir góðtaka teg, sum tú ert.“ – Melanie.
Prei: Tá ið tú roynir at fáa nýggjar vinir, skalt tú ikki bara leita eftir teimum, sum hava somu áhugamál sum tú. Nei, hygg eftir, um tey hava somu virðir sum tú – altso hava somu meining um andaligar og moralskar spurningar.