Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Eri eg til reiðar at flyta heimanífrá?

Eri eg til reiðar at flyta heimanífrá?

 At flyta heimanífrá kann vera bæði spennandi og ræðandi. Hvussu veitst tú, um tú ert til reiðar at búgva sjálvur?

 Hví vilt tú flyta heimanífrá?

 Tað kunnu vera nógvar grundir til, at tú vilt flyta heimanífrá, men allar eru kanska ikki líka góðar. Ein ungur maður, sum eitur Mario, sigur: „Eg vildi flyta fyri at sleppa undan tí, sum eg skuldi gera heima.“

 Faktiskt fert tú helst at fáa fleiri skyldur, um tú flytur heimanífrá. 18 ára gamla Onya sigur: „Tá ið tú flytur heimanífrá, mást tú sjálvur vaska og rudda, gera mat, betala rokningar – og tá er eingin góða mamma at hjálpa tær.“

 Niðurstøðan: Tú mást vita, hví tú vilt flyta heimanífrá fyri at finna út av, um tú ert til reiðar.

 Hvat er gott at kanna áðrenn?

 Jesus segði: „Hvør tykkara, sum ætlar at byggja torn, setur seg ikki fyrst niður og roknar út, hvussu mikið tað fer at kosta, um hann hevur nóg mikið at fullføra tað fyri!“ (Lukas 14:28) Hvussu kanst tú ’rokna út’, hvat tað ber í sær at flyta heimanífrá? Hugsa um hetta:

  DUGIR TÚ VÆL VIÐ PENGUM?

 Bíblian sigur: „Peningur gevur lívd [ella: verju].“ – Prædikarin 7:12, Dahl/Viderø.

  •  Heldur tú, at tað er ringt at spara upp?

  •  Er tað ringt hjá tær at lata vera við at brúka pengar?

  •  Lænir tú ofta pengar frá øðrum?

 Um tú svaraði ja til onkran av spurningunum, kann dreymurin um at búgva einsamallur gerast ein marra.

 „Beiggi mín flutti heimanífrá, tá ið hann var 19. Eitt ár seinni var øll uppsparingin hjá honum burtur, bankin hevði tikið bilin hjá honum, og hann slapp ikki longur at fáa eitt lán. Tað einasta, hann vildi, var at flyta heim aftur.“ – Danielle.

 Hvat kanst tú gera? Tú kundi spurt foreldrini, hvussu nógvar útreiðslur tey vanliga hava um mánaðin. Hvørjar rokningar fáa tey, og hvussu tryggja tey sær, at tey eru før fyri at betala tær? Hvussu spara tey saman?

 Niðurstøðan: Dugir tú við pengum longu nú, meðan tú býrt heima, verður tað lættari hjá tær at klára teg fíggjarliga, tá ið tú flytur heimanífrá.

  ERT TÚ RASKUR AT RØKJA TÍNAR SKYLDUR?

 Bíblian sigur: „Ein og hvør skal bera sína egnu byrði.“ – Galatiabrævið 6:5.

  •  Útsetir tú alt?

  •  Noyðast foreldrini altíð at minna teg á tað, sum tú skalt gera heima?

  •  Kemur tú ofta seinni heim, enn foreldrini hava biðið teg?

 Um tú svaraði ja til onkran av spurningunum, fert tú helst at halda tað vera enn torførari at gera tað, sum tú skalt, tá ið tú býrt sjálvur.

 „Tá ið tú býrt einsamallur, er ymiskt, sum skal gerast, men sum tú ikki endiliga hevur hug at gera. Eingin fer at biðja teg gera tað, so tú noyðist sjálvur at taka teg saman at fáa tað gjørt og eisini gera tað til ein vana.“ – Jessica.

 Hvat kanst tú gera? Royn í ein heilan mánað at gera so nógv heima, sum møguligt. Tú kundi til dømis gjørt reint, vaskað tíni egnu klæðir, keypt inn, gjørt mat hvørt kvøld og vaskað upp aftaná. Hetta kann geva tær eina hóming av, hvussu tað verður at búgva sjálvur.

 Niðurstøðan: Tú mást duga at røkja tínar skyldur, um tú vilt flyta heimanífrá.

At flyta heimanífrá uttan at vera fyrireikaður er sum at leypa út úr einum flogfari uttan at vita, hvussu mann brúkar ein fallskíggja

  KLÁRAR TÚ AT STÝRA TÍNUM KENSLUM?

 Bíblian sigur: „Nú skulu eisini tit leggja tað av alt samalt: Vreiði, illsinni, óndskap, háð.“ – Kolossebrævið 3:8.

  •  Klárar tú illa upp við onnur?

  •  Verður tú lætt illur?

  •  Vilt tú altíð hava tín vilja?

 Um tú svaraði ja til onkran av spurningunum, verður tað helst ikki so lætt hjá tær, um tú skalt búgva saman við onkrum, ella um tú einaferð verður giftur.

 „Tá ið eg flutti saman við nøkrum vinkonum, komu mínir veikleikar týðiliga til sjóndar. Eg fann út av, at eg ikki kundi vænta, at onnur skuldu finna seg í, at eg bleiv í ringum lag, tá ið eg var stressað. Eg mátti læra at stýra mær.“ – Helena.

 Hvat kanst tú gera? Lær teg at klára væl upp við foreldrini og systkini. Klárar tú at liva við veikleikunum hjá teimum, sum tú býrt saman við nú, klárar tú tað helst eisini, um tú skalt búgva saman við onkrum øðrum seinni.

 Niðurstøðan: At flyta heimanífrá merkir ikki, at tú sleppur undan ábyrgd, og tí mást tú fyrireika teg væl. Hví ikki spyrja onkran, sum hevur prøvað tað? Spyr tey, hvat tey gjarna høvdu viljað gjørt øðrvísi, ella hvat tey høvdu ynskt, at tey vistu tá. Tað er gott at gera í sambandi við allar stórar avgerðir.