Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Hvat kann eg gera fyri ikki at blíva útbrendur?

Hvat kann eg gera fyri ikki at blíva útbrendur?

 Ert tú í vanda fyri at blíva útbrendur? Um so er, kann henda greinin hjálpa tær.

 Hví hendir tað?

  •   Ov stórt trýst. Ein ung kvinna, sum eitur Julie, sigur: „Vit fáa alla tíðina at vita, at vit skulu duga betur á øllum lívsins økjum, at vit skulu menna okkum, seta okkum størri mál og fáa betri úrslit. Tað er strævið altíð at føla hetta trýstið.“

  •   Tøkni. Við snildfonum, teldlum og líknandi tólum eru vit „á“ alla somlu tíðina. Tað kann elva til strongd, og at vit við tíðini verða útbrend.

  •   Ov lítil svøvnur. „Nógv ung eru fangað í eini óndari ringrás – tey fara tíðliga upp og seint í song, tí tey vilja hava tíð til bæði skúla, arbeiði og frítíðarítriv,“ sigur ein ung kvinna, sum eitur Miranda. Ein sovorðin vani kann føra til, at tey verða útbrend.

 Hví hevur tað týdning?

 Bíblian rósar íðinskapi. (Orðtøkini 6:6-8; Rómbrævið 12:11) Men hon mælir ikki til at arbeiða so nógv, at alt annað í lívinum kemur at líða undir tí – til dømis heilsan.

 „Einaferð uppdagaði eg, at eg ikki hevði etið í ein heilan dag, tí eg var so upptikin av øllum tí, sum eg hevði sagt ja til. Eg lærdi, at tað ikki er gott at siga ja til alt – serliga ikki, um tað gongur út yvir heilsuna.“ – Ashley.

 Bíblian sigur av góðum grundum: „Livandi hundur er betri enn deyð leyva.“ (Prædikarin 9:4) Um tú pressar teg sjálvan, følir tú kanska, at tú ert sterkur sum ein leyva – í hvussu so er eina løtu. Men pressar tú teg sjálvan alt ov nógv, kann tað fáa álvarsligar avleiðingar fyri tína heilsu.

 Hvat kanst tú gera?

  •   Lær teg at siga nei. Bíblian sigur: „Hjá lítillátum er vísdómur.“ (Orðtøkini 11:2, Dahl/Viderø) Lítillátin, ella eyðmjúk, fólk kenna sínar avmarkingar og siga ikki ja til meira, enn tey klára.

     „Ein, sum ikki dugir at siga nei, og sum roynir at gera alt, hann verður biðin, er í stórum vanda fyri at blíva útbrendur. Tað er ikki at vera eyðmjúkur, og fyrr ella seinni førir tað til, at mann verður útbrendur.“ – Jordan.

  •   Fá nokk av svøvni. Bíblian sigur: „Betri er ein nevi av friði enn báðar hendur fullar av strevi og av eftirsókn eftir vindi!“ (Prædikarin 4:6) Svøvnur verður róptur „matur fyri heilan“, men flestu tannáringar sova ikki teir átta til tíggju tímarnar, sum teir hava brúk fyri.

     „Fyrr, tá ið eg hevði ræðuliga nógv at gera, svav eg ofta ov lítið. Men viðhvørt er tað bara hasin eini tímin, sum ger, at eg orki nógv betri og verði glaðari dagin eftir.“ – Brooklyn.

  •   Legg til rættis. Bíblian sigur: „Tað, sum hin hugagóði hugsar um, leiðir bert til vinning.“ (Orðtøkini 21:5) Lær teg at leggja tíðina og tað, sum tú skalt gera, til rættis. Tað fer at gagna tær alt lívið.

     „Tú kanst sleppa undan óneyðugari strongd, um tú brúkar ein kalendara. Tá ið tú hevur gjørt eina tímaætlan, er tað lættari at síggja, hvat tú kanst broyta, so tú ikki verður útbrendur.“ – Vanessa.