Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Hvussu kann eg halda skil á mínum pengum?

Hvussu kann eg halda skil á mínum pengum?

 „Eg fór inn í ein handil nýliga bara fyri at hyggja. Tá ið eg kom út aftur, hevði eg keypt okkurt dýrt, sum eg als ikki hevði ætlað mær.“ – Colin.

 Colin viðgongur, at tað er torført hjá honum at halda skil á pengum. Hevur tú ein líknandi trupulleika? Um so er, kann henda greinin hjálpa tær.

 Hví skalt tú halda skil á pengum?

 Søgn: At royna at halda skil á sínum pengum er at avmarka sítt frælsi.

 Sannroynd: At halda skil á pengunum gevur tær størri frælsi, ikki minni. „Meira skil tú hevur á pengunum, fleiri pengar hevur tú til tað, sum tú ynskir tær – nú og í framtíðini,“ sigur bókin I’m Broke! The Money Handbook.

 Tá ið tú hevur skil á tínum pengum ...

  •   hevur tú betur ráð at keypa okkurt, tá ið tú hevur brúk fyri tí. „Eg vil ordiliga gjarna sleppa til Suðuramerika at ferðast einaferð,“ sigur Inez, sum er tannáringur. „Tað royni eg at hugsa um, tí so er tað lættari at spara upp.“

  •   hevur tú minni (ella onga) skuld. Bíblian sigur: „Tann, ið lænir, verður trælur hansara, sum hann lænir frá.“ (Orðtøkini 22:7) Hesum tekur Anna undir við. „Skuld kann koma at fylla alt lívið,“ sigur hon. „Tá ið tú onga skuld hevur, kanst tú betur gera nakað fyri at røkka tínum málum.“

  •   vísir tú, at tú ert búgvin. Ung, sum halda skil á sínum pengum, duga betur við pengum, tá ið tey verða vaksin. „Tað er góð venjing til, tá ið eg skal flyta heimanífrá,“ sigur 20 ára gamla Jean. „Eg royni at læra meg at halda skil á pengunum nú, tí so dugi eg tað eisini seinni.“

 Niðurstøðan: „Fyrsta stigið fram ímóti at klára seg sjálvan sum vaksin er at duga at halda skil á sínum pengum,“ sigur bókin The Complete Guide to Personal Finance: For Teenagers and College Students. „Dugir tú væl við pengum, fer tað at koma tær til nyttu restina av lívinum.“

 Hvussu gert tú?

 Kenn tínar veikleikar. Um tú altíð manglar pengar, mást tú fyrst finna út av, hvat tú brúkar teir til. Hjá summum er trupulleikin, at tey keypa ov nógv á netinum. Onnur brúka nógvar smáar upphæddir her og har, og tí hava tey ongar pengar eftir síðst í mánaðinum.

 „At keypa nógv smáting í gerandisdegnum er dýrt í longdini. Ein lítil gáva her og har, at fara á kafé, eitt gott tilboð í einum handli – og tá ið so mánaðurin er av, kann eg undrast á, hvar pengarnir blivu av.“ – Hailey.

 Ger eina fíggjarætlan. Bíblian sigur: „Tað, sum hin hugagóði hugsar um, leiðir bert til vinning.“ (Orðtøkini 21:5) Tá ið tú gert eina fíggjarætlan, kanst tú tryggja tær, at tú ikki brúkar fleiri pengar, enn tú fært.

 „Um tú brúkar fleiri pengar, enn tú fært, mást tú finna út av, hvat teir fara til, og so halda uppat at keypa nakað, tú ikki hevur brúk fyri. Keyp minni, inntil tú forvinnur meira, enn tú brúkar.“ – Danielle.

 Fylg fíggjarætlanini. Tú kanst gera nógv fyri at halda skil á, hvat tú brúkar pengarnar til. Her eru dømi um, hvat nøkur ung halda er ein hjálp:

  •  „Eg plagi at lata pengarnar standa í bankanum, tí um eg havi pengar uppi á mær, er tað ov freistandi at brúka teir.“ – David.

  •  „Tá ið eg fari at keypa, havi eg bara teir pengarnar við, sum eg skal brúka. Tí so kann eg ikki keypa meira, enn eg ætli mær.“ – Ellen.

  •  „Um eg lati vera at keypa okkurt beinanvegin, havi eg meira tíð at hugsa um, um eg veruliga havi brúk fyri tí.“ – Jesiah.

  •  „Eg skal ikki endiliga vera við til alt, sum hendir. Tað er í lagi at siga nei, um mann ikki hevur pengar til tað.“ – Jennifer.

 Niðurstøðan: Tað er ein stór ábyrgd at halda skil á sínum pengum. Og tað er Colin, sum varð nevndur fyrst í greinini, eisini komin fram til. „Um eg einaferð skal syrgja fyri einari familju, kann eg ikki bara oyðsla pengarnar burtur,“ sigur hann. „Dugi eg ikki við pengum nú, meðan eg eri stakur, hvussu skal tað so ganga, um eg verði giftur?“

Prei: „Fortel onkrum um tína fíggjarætlan, og bið viðkomandi spyrja teg av og á, hvussu tað gongur. Tað er gott við ábyrgdarkenslu.“ – Vanessa.