UNG SPYRJA
Hvussu kann Bíblian hjálpa mær? – 1. partur: Kanna Bíbliuna
„Eg havi roynt at lisið Bíbliuna, men eg misti mótið, tí hon er so tjúkk.“ – Briana, 15.
Hevur tú tað upp á sama máta? So kann henda greinin hjálpa tær.
Hví lesa í Bíbliuni?
Heldur tú, at tað ljóðar keðiligt at lesa í Bíbliuni? Tað er væl skilligt, um so er. Bíblian er jú ein tættskrivað bók við meira enn túsund síðum og ongum myndum – og tað virkar kanska slett ikki líka spennandi sum at hyggja í sjónvarp ella at filmum.
Men um tú fanst eina gamla skattakistu, hevði tú so ikki verið forvitin at vita, hvat var í henni?
Bíblian er faktiskt sum ein skattakista. Hon er full av vísdómsperlum, sum kunnu hjálpa tær at ...
taka góðar avgerðir
hava tað gott saman við foreldrunum
fáa góðar vinir
klára strongd
Hvussu ber tað til, at ein so gomul bók kann brúkast í dag? Tað er tí, at „øll skriftin er innblást av Gudi“. (2. Timoteusarbræv 3:16) So ráðini í Bíbliuni koma frá tí bestu kelduni yvirhøvur.
Hvussu skal eg lesa Bíbliuna?
Ein máti er at lesa Bíbliuna úr enda í annan. Tað gevur tær eitt yvirlit yvir boðskapin í Bíbliuni. Mann kann lesa hana upp á nógvar mátar. Her eru tvey dømi:
Tú kanst lesa tær 66 bøkurnar í Bíbliuni í raðfylgju, frá Fyrstu Mósebók til Opinberingina.
Tú kanst lesa Bíbliuna í tíðarrøð, altso í tí raðfylgjuni, sum hendingarnar fóru fram.
Prei: Í 4. parti í Bíbliuhandbókini, sum er at finna á okkara heimasíðu, er eitt yvirlit yvir týðandi hendingar í lívinum hjá Jesusi á jørðini.
Eitt annað, tú kanst gera, er at velja eina frásøgu í Bíbliuni, sum hóskar til tað, tú hugsar um í løtuni. Her eru nøkur dømi:
Vilt tú gjarna finna vinir, sum tú kanst líta á? So kanst tú lesa søguna um Jónatan og Dávid. (1. Sámuelsbók, kapitlarnir 18-20) Leita eftir eginleikum hjá Dávidi, sum kunnu hava hugtikið Jónatan.
Vilt tú duga betur at standa ímóti freistingum? So kanst tú lesa søguna um, hvussu Jósef kláraði at standa ímóti freistingum. (Fyrsta Mósebók, kapittul 39) Vita, um tú dugir at síggja, hvat tað var, sum gav Jósefi styrki til at standa ímóti freisting.
Vilt tú vita, hvussu bøn kann hjálpa tær? So kanst tú lesa um Nehemias. (Nehemias, kapitlarnir 1 og 2) Leita eftir prógvum fyri, at tað nyttaði hjá Nehemiasi at biðja.
Prei: Finn eitt friðarligt stað at lesa í Bíbliuni, tí so fært tú betur hugsavnað teg.
Ein triði máti at lesa Bíbliuna er at velja eina frásøgu ella ein sálm og aftaná hugsa um, hvussu tú kanst brúka tað, sum tú hevur lisið. Tá ið tú hevur lisið frásøguna ella sálmin, kanst tú seta tær sjálvum hesar spurningarnar:
Hví hevur Jehova latið hetta koma við í Bíbliuna?
Hvat sigur hetta mær um Jehova?
Hvussu kann eg brúka hesar upplýsingarnar?
Prei: Set tær eitt mál. Skriva niður, nær tú ætlar tær at byrja at lesa Bíbliuna. Tú kanst brúka Bíbliulesiætlanina á okkara heimasíðu.