Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Hvussu skal eg taka konstruktivan kritikk?

Hvussu skal eg taka konstruktivan kritikk?

 Hvussu ert tú?

 Vit hava øll av og á brúk fyri at fáa konstruktivan kritikk, altso góð ráð, ið kunnu hjálpa okkum at gera framstig á ymiskum økjum. Við tí í huga kanst tú hugsa um hesi dømini:

  1.  Lærarin sigur við teg, at tú hevur skundað tær ov nógv við seinastu uppgávuni. „Tú mást gera tær størri ómak,“ sigur hann.

     Hvussu tekur tú henda konstruktiva kritikkin?

    1.   Eg lurti ikki eftir. (’Tað er bara, tí lærarin ikki dámar meg.’)

    2.   Eg lurti. (’Næstu ferð fari eg at gera, sum hann sigur.’)

  2.  Mamma tín sigur, at kamarið hjá tær er óruddiligt – hóast tú akkurát hevur ruddað.

     Hvussu tekur tú henda konstruktiva kritikkin?

    1.   Eg lurti ikki eftir. (’Hon er ongantíð nøgd.’)

    2.   Eg lurti. (’Eg kundi nokk gjørt tað betur.’)

  3.  Lítlasystirin hjá tær sigur, at hon ikki vil hava, at tú altíð skalt siga henni, hvat hon skal gera.

     Hvussu tekur tú henda konstruktiva kritikkin?

    1.   Eg lurti ikki eftir. (’Og tað sigur hon, sum sjálv er so herskut!’)

    2.   Eg lurti. (’Eg kundi nokk verið fittari við hana.’)

 Nøkur ung tola so lítið av, at tey verða kedd og illa við av ongum. Ert tú soleiðis? Um so er, er tað spell. Hví? Tí konstruktivur kritikkur kann gagna tær, bæði nú og tá ið tú verður vaksin.

Renn ikki undan tí, sum tú hevur brúk fyri at hoyra, bara tí tú ikki hevur hug at hoyra tað

 Hví havi eg brúk fyri konstruktivum kritikki?

  •   Tí tú ikki ert fullkomin. Bíblian sigur: „Vit gera øll somul mistøk.“ (Jákupsbrævið 3:2, Nýggi Sáttmálin) Og tí hava øll brúk fyri konstruktivum kritikki.

     „Eg royni at hugsa um, at vit øll eru ófullkomin og gera mistøk. So tá ið onkur rættar meg, royni eg at læra av tí og lata vera við at gera sama mistakið aftur.“ – David.

  •   Tí tú kanst altíð gera okkurt betur. Bíblian sigur: „Lær hin vísa, so verður hann enn vísari!“ (Orðtøkini 9:9) Konstruktivur kritikkur kann gagna tær – men bara um tú lurtar.

     „Fyrr dámdi mær ikki at fáa kritikk. Eg føldi meg so býtta. Men nú lurti eg og biði enntá um at fáa kritikk. Eg vil vita, hvat eg kann gera betur.“ – Selena.

 Eitt er sjálvandi at biðja um kritikk, men tá ið onkur kritiserar uttan at verða biðin, er tað ein onnur søga. „Eg tók tað illa upp og bleiv kedd,“ sigur Natalie og minnist aftur á eitt óvæntað bræv við ráðum, sum hon einaferð fekk. „Eg royndi at gera alt so gott, og so fekk eg bara kritikk afturfyri.“

 Hevur tú upplivað nakað líknandi? Hvat kanst tú so gera við tað?

 Hvussu kann eg taka ímóti konstruktivum kritikki?

  •   Lurta

     Bíblian sigur: „Tann, sum er sparin í orðum sínum, er klókur, og róligur í sinni er hin vitigi maðurin.“ (Orðtøkini 17:27) Tú mást ikki bróta fólk av, tá ið tey siga okkurt við teg. Og hugsa teg um, áðrenn tú svarar, so tú ikki sigur nakað, sum tú fert at angra.

     „Tá ið onkur kritiserar meg, havi eg hug at forsvara meg. Men eg skuldi heldur lært av tí og gjørt tað betur næstu ferð.“ – Sara.

  •   Hugsa um boðskapin, ikki boðberan

     Tað er kanska freistandi at nevna feilirnar hjá honum, sum kritiserar teg. Men tað er nógv betri at fylgja ráðunum í Bíbliuni um at ’vera skjótur at hoyra, seinur at tala, seinur til vreiði’. (Jákupsbrævið 1:19) Kritikkur kemur vanliga ikki av ongum. Snýt ikki teg sjálvan fyri at hoyra tað, sum tú hevur brúk fyri at hoyra, bara tí tú ikki hevur hug at hoyra tað.

     „Eg plagdi at blíva illur og siga ’ja, ja’, tá ið mamma og babba søgdu okkurt við meg. Men tá ið eg lurti eftir teimum og geri, sum tey siga, gongur tað nógv betur.“ – Edward.

  •   Tú mást síggja teg sjálvan, sum tú ert

     Tá ið tú fært konstruktivan kritikk, merkir tað ikki, at tú ert ein tapari. Tað merkir bara, at tú hevur veikleikar sum øll onnur. Tann, sum kemur við ráðunum, hevur eisini sjálvur brúk fyri at fáa konstruktivan kritikk av og á. Faktiskt sigur Bíblian: „Einki menniskja á jørðini er so rættvíst, at hann ger einki uttan gott.“ – Prædikarin 7:20.

     „Ein vinkona gav mær konstruktivan kritikk, sum eg ikki helt, eg hevði brúk fyri. Eg segði takk fyri, at hon var so ærlig, men tað særdi meg. Við tíðini skilti eg, at tað var nakað um tað, sum hon segði. Av tí at hon gav mær hasi ráðini, sá eg, hvat eg hevði brúk fyri at arbeiða upp á, og tað hevði eg helst ikki uppdagað, um hon einki hevði sagt.“ – Sophia.

  •   Set tær fyri at fylgja góðum ráðum

     Bíblian sigur, at ’tann, sum tekur eftir áminning, verður klókur’. (Orðtøkini 15:5, Dahl/Viderø) Lurtar tú eftir ráðunum, sum tú fært, tekur tú tað ikki persónligt, men fert í holt við at broyta tað, sum skal broytast. Ger eina ætlan fyri, hvussu tú skalt bera teg at, og legg so merki til, hvussu tað gongur teir næstu mánaðirnar.

     „Tú mást vera ærligur fyri at taka ímóti kritikki, tí tú mást viðganga tíni mistøk, biðja um fyrigeving fyri tey og læra av teimum.“ – Emma.

 Niðurstøðan: Bíblian sigur: „Jarn brýnir jarn, og eitt menniskjað brýnir annað.“ (Orðtøkini 27:17) Konstruktivur kritikkur kann hjálpa tær, bæði nú og tá ið tú verður vaksin.