UNG SPYRJA
Hví skal eg siga orsaka?
Hvat hevði tú gjørt?
Lærarin skeldar teg, tí tú hevur skikkað tær illa í tímanum.
Skalt tú siga orsaka, sjálvt um tú heldur, at hann ger ov nógv av?
Ein vinkona uppdagar, at tú hevur sagt okkurt ljótt um hana.
Skalt tú siga orsaka, sjálvt um tú følir, at tað, sum tú segði, passar?
Tú verður irriteraður inn á pápa tín og svarar honum aftur.
Skalt tú siga orsaka, sjálvt um tú følir, at hann provokeraði teg?
Svarið upp á allar tríggjar spurningar er ja. Men hví er tað gott at siga orsaka, hóast tú ikki følir, at tú hevur gjørt nakað galið?
Hví skal eg siga orsaka?
Tað vísir, at tú ert búgvin. Tá ið tú tekur ábyrgd fyri nakað, tú hevur sagt ella gjørt, vísir tú, at tú ert við at læra nakað, sum tú fært brúk fyri, tá ið tú verður vaksin.
„Tá ið vit eru eyðmjúk og tolin, er tað lættari at siga orsaka og at lurta eftir tí, sum hin parturin hevur at siga.“ – Rachel.
Tað kann gera alt gott aftur. Tá ið tú sigur orsaka, vísir tað, at tú hugsar meira um at gera alt gott aftur, enn um at prógva, at tú hevur rætt, og at hin fer skeivur.
„Sjálvt um tú ikki følir, at tú hevur gjørt nakað galið, mást tú royna at halda frið. Tað kostar einki at siga orsaka, og tað kann gera eitt vinalag gott aftur.“ – Miriam.
Tú fært tað betri. Tá ið tú ert keddur um at hava sært onkran við orðum ella gerðum, kann tað følast sum ein tung byrða at bera. Men so skjótt sum tú sigur orsaka, verður byrðan tikin av tínum herðum. a
„Viðhvørt segði eg okkurt, sum ikki var so pent, við mammu ella babba. Eg føldi meg illa, men helt tað vera ringt at siga orsaka. Men tá ið eg gjørdi tað, hevði eg tað altíð betri, tí so var friður aftur í familjuni.“ – Nia.
Krevur tað nakað at siga orsaka? Ja. Dena, ein ung kvinna, sum ofta noyddist at siga orsaka, tí hon hevði svarað mammu síni ljótt aftur, viðgongur: „Tað er ikki lætt at siga orsaka. Tað kennist sum, at orðini bara ikki vilja fram.“
Hvussu skal eg siga orsaka?
Ger tað andlit til andlits, um tað ber til. Tá ið tú gert tað, sær viðkomandi, at tú veruliga meinar tað. Men um tú til dømis skrivar tað í einum sms’i, trýr hann ella hon kanska ikki upp á tað. Sjálvt um tú eisini setur eitt emoji við einum keddum andliti í sms’ið, kann umberingin virka ópersónlig og følsk.
Prei: Um tað ikki ber til at siga orsaka andlit til andlits, kanst tú kanska ringja ella skriva eitt kort. Uttan mun til hvat tú velur, mást tú hugsa væl um, hvat tú ætlar at siga ella skriva.
Meginregla í Bíbliuni: „Hjarta hins rættvísa hugsar, áðrenn tað svarar.“ – Orðtøkini 15:28.
Ger tað beinanvegin. Longur tú bíðar við at siga orsaka, størri verður trupulleikin, og verri verður sambandið millum teg og tann, sum tú hevur sært.
Prei: Set tær eitt mál. Til dømis: ’Eg fari at siga orsaka í dag.’ Finn út av, nær tað er best at gera tað, og ger tað so tá.
Meginregla í Bíbliuni: „Ver skjótur til semju.“ – Matteus 5:25.
Tú mást meina tað. At siga ’eg eri kedd um, at tú hevur tað soleiðis’ er ikki at siga orsaka. „Tann, sum tú sigur orsaka við, tekur sum oftast væl ímóti tí, um tú tekur alla ábyrgd fyri tað, sum tú hevur gjørt,“ sigur ein ung kvinna, sum eitur Janelle.
Prei: Umberingin má vera treytaleys. Sig ikki: ’Eg kann siga orsaka fyri tað, sum eg havi gjørt galið, viss ið tú sigur orsaka fyri tað, sum tú hevur gjørt galið.’
Meginregla í Bíbliuni: „Latið okkum tí stevna eftir tí, sum er til frið.“ – Rómbrævið 14:19.
a Viss ið tú hevur mist ella oyðilagt okkurt, sum ein annar eigur, er tað gott, umframt at siga orsaka, at bjóða tær at gjalda fyri tað ella at gera tað í stand aftur.