Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Læran kemur upp í eysturlendskan átrúna

Læran kemur upp í eysturlendskan átrúna

Læran kemur upp í eysturlendskan átrúna

„Eg havi altíð hildið, at ódeyðiliga sálin var ein alheims sannleiki, sum øll viðurkendu. Tí varð eg ikki sørt bilsin, tá eg kom eftir, at kend intellektuell bæði í eystri og vestri íðin hava ført próvgrundir ímóti hesi læru. Nú undrist eg á, hvussu hugsanin um ódeyðiligleika er komin inn í hinduistiska hugaheimin.“ — Ein universitetslesandi ið vaks upp sum hinduistur.

1. Hví kann tað vera áhugavert hjá okkum at vita nakað um, hvussu læran um ódeyðiligleika menniskjans byrjaði og breiddist til ymiskar átrúnar?

HVUSSU kom hugsanin um, at menniskjað hevur eina ódeyðiliga sál, inn í hinduismuna og aðrar átrúnar í eysturlondum? Hesin spurningurin kann eisini hava áhuga hjá fólki í vesturheiminum, sum kanska vita lítið og einki um hesar átrúnar. Av tí at læran um, at menniskjað er ódeyðiligt, ávirkar okkara áskoðan á framtíðina og er felagsnevnari fyri flestu nútíðar átrúnar og trúarsamfeløg, kann ein ávís vitan um, hvussu hon byrjaði, fremja fatan og samskifti manna millum.

2. Hvussu hevur India havt merkisvert árin á trúarlívið í Asia?

2 Ninian Smart, sum er professari í gudfrøði á University of Lancaster í Onglandi, sigur: „India hevur verið tað landið, sum hevur havt størstu ávirkanina á trúarlívið í Asia. Hetta kemst ikki bert av, at fleiri átrúnar byrjaðu í India, eitt nú hinduisman, buddhisman, jainisman, sikhisman o.s.fr., men eisini at ein teirra, nevniliga buddhisman, fekk gjøgnumgrípandi árin á mentanina í at kalla øllum Eysturasia.“ Nógvar mentanir, sum hava verið fyri hesum árini, „meta framvegis India sum andaliga føðiland sítt,“ sigur hindufilosofurin Nikhilananda. Hvussu fekk henda læran um ódeyðiligleika fótin fastan í India og øðrum londum í Asia?

Reinkarnatiónslæran í hinduismuni

3. Hvør hevði, sambært einum søgufrøðingi, møguliga hugsanina um sálarferðing við sær til India?

3 Í 6. øld fyri okkara tíðarrokning, meðan Pythagoras og næmingar hansara vóru talsmenn fyri teoriina um sálarferðing, mentu hinduvísmenn, sum búðu fram við indisku áirnar Indus og Ganges, sama hugtakið. At henda læran kyknaði samstundis „í grikska heiminum og í India, kann neyvan vera av tilvild,“ sigur søgufrøðingurin Arnold Toynbee. „Felags upprunin,“ sigur hann, „kann møguliga førast aftur til eurasiska nomadusamfelagið, sum í 8. og 7. øld f.Kr. hevði førkað seg til India, Útsynningsasia, steppulandið við norðurstrond Svartahavsins og til Balkan og Anatolia.“ Teir flakkandi eurasisku ættarbólkarnir tóku eftir øllum at døma hugsanina um sálarferðing við sær til India.

4. Hví dámdi hinduvísmonnunum hugtakið um sálarferðing?

4 Hinduisman byrjaði nógv fyrr í India, tá ariarar komu til landið umleið ár 1500 f.o.t. * Heilt úr byrjanini lærdi hinduisman, at sálin og likamið vóru hvørt sítt, og at sálin livdi víðari eftir deyðan. Tí dýrkaðu hinduistar forfedrarnar og settu mat fram fyri sálir teirra deyðu. Tá læran um sálarferðing fleiri øldir seinni kom til India, mundi hon falla teimum hinduvísmonnunum væl, sum royndu at svara tí alfevnda spurninginum um orsøkina til óndskap og líðing millum menniskjuni. Teir samskipaðu tí hesa læruna við tað, sum nevnist lógin um karma, lógin um orsøk og ávirkan, og settu fram teoriina um reinkarnatión, sum sigur, at tað góða og tað ringa, vit hava gjørt í einum lívi, fáa vit antin løn ella revsing fyri í tí næsta.

5. Hvat er sambært hinduismuni hægsta mál sálarinnar?

5 Men ein onnur hugsan hevur eisini ávirkað hinduistisku læruna um sálina. Encyclopædia of Religion and Ethics sigur: „Júst um somu tíð sum teoriin um sálarferðing og karma varð sett fram, ella kanska uppaftur fyrr, tykist eitt annað hugtak . . . so líðandi [at hava vunnið] frama í einum lítlum intellektuellum bólki norðarlaga í India — filosofiska hugtakið Brahman-Ātman [hin hægsti og ævigi Brahman, Hægsti Veruleikin].“ Hetta hugtakið varð samskipað við teoriina um reinkarnatión og kom at lýsa aðalmálið hjá hinduistunum — at sleppa burtur úr sálarferðingarringrásini og gerast eitt við Hægsta Veruleikan. Hinduistar meina, hetta ber til, um ein leggur seg eftir einum samfelagsliga viðurkendum atburði og ognar sær serligan hinduistiskan kunnskap.

6, 7. Hvørja trúgv hava nútíðar hinduistar viðvíkjandi tí, sum er hinumegin?

6 Hinduvísmenninir lagaðu sostatt hugsanina um sálarferðing til læruna um reinkarnatión við at samskipa hana við lógina um karma og brahmanhugtakið. Rithøvundurin Octavio Paz, sum fekk nobelprísin og var meksikanskur sendiharri í India, skrivar: „So við og við sum hinduisman vann fram, tók ein hugsan seg eisini fram, sum er ein megintáttur í brahmanismuni, buddhismuni og øðrum asiatiskum átrúnum: læran um metempsykosu, ferðing sálanna ígjøgnum fleiri tilverur á rað.“

7 Læran um reinkarnatión er grundstuðulin í hinduismuni nú á døgum. Hindufilosofurin Nikhilananda sigur: „Ein og hvør góður hinduistur er sannførdur um, at ódeyðiligleiki ikki er ein fyrimunur hjá teimum fáu útvaldu, men ein rættur, sum øll eru fødd við.“

Endurføðingarringrásin í buddhismuni

8-10. (a) Hvat er tilvera sambært buddhismuni? (b) Hvussu greiðir ein buddhistiskur filosofur frá hugtakinum um endurføðing?

8 Buddhisman varð stovnað í India umleið ár 500 f.o.t. Sambært buddhistisku frásøgnini var tað ein indiskur fúrsti, Siddhartha Gautama at navni, sum eftir at hava fingið upplýsing varð nevndur Buddha og stovnaði buddhismuna. Orsakað av at buddhisman stavar frá hinduismuni, hava teir báðir átrúnarnir ávísar trúarlærur í felag. Sambært buddhismuni er lívið ein framhaldandi ringrás av endurføðingum og deyða, og sum í hinduismuni veldst lívsstøðan hjá tí einstaka í hesum lívinum um tað, viðkomandi gjørdi í undanfarna lívinum.

9 Men sambært buddhismuni er tilvera ikki knýtt at einari persónligari sál, sum livir víðari eftir deyðan. „[Buddha] fataði bara sál menniskjans sum eina sveimandi røð av ósamanhangandi sálarstøðum, ið bert verða hildnar saman av girnd,“ skrivar Arnold Toynbee. Buddha helt kortini, at okkurt — ein sálarfrøðilig støða ella kraft — verður ført við úr einum lívi í annað. Dr. Walpola Rahula, ein lærdur buddhistur greiðir frá:

10 „Ein vera er einki annað enn ein samanrenning av fysiskum og mentalum kreftum. Tað, vit nevna deyðin, er ein totalur virkissteðgur í fysiska likaminum. Steðga allar hesar kreftirnar púra upp, tá likamið heldur uppat at virka? Buddhisman sigur nei. Viljin til, ynskið um og tráanin eftir at vera til, at halda áfram, at gerast meir og meir, er ein ómetalig megi, sum drívur heil lív, heilar tilverur, ja, sum drívur allan heimin. Hetta er størsta kraftin, størsta orkan í verðini. Sambært buddhismuni steðgar henda kraftin ikki upp, tá likamið heldur uppat at virka, doyr; nei, hon heldur áfram at sýna seg í øðrum líki, framleiðir eina nýggja tilveru við tí, sum nevnist endurføðing.“

11. Hvørja áskoðan hava buddhistar á tað, sum er hinumegin?

11 Buddhistar hava hesa fatan av tí, sum er hinumegin: Tilveran er ævig, um ikki einstaklingurin røkkur endamálið nirvana, sleppur burtur úr ringrásini av endurføðingum. Nirvana er hvørki ein støða í ævigari sælu ella at gerast eitt við Hægsta Veruleikan. Tað er heilt einfalt ein støða í ikkiveru — eitt „stað við ongum deyða“, sum liggur oman fyri tilveru einstaklingsins. Nirvana verður lýst sum „eitt stað ella ein støða, har stúran, pína ella ytri veruleikin eru burturgloymd.“ (Webster’s Ninth New Collegiate Dictionary) Buddhistar verða ikki eggjaðir til at søkja ódeyðiligleika, men til at fara út um tað — til nirvana.

12-14. Hvussu sæst hugsanin um ódeyðiligleika aftur í ymiskum greinum av buddhismuni?

12 So við og við sum buddhisman breiddist til ymisk lond í Asia, lagaði hon læru sína eftir staðbundnum fatanum. Til dømis trúgva tey í teirri greinini av buddhismuni, sum nevnist mahayana, og sum er tann vanligasta í Kina og Japan, á yvirjarðligar bodhisattvar, ella komandi buddhar. Bodhisattvar útseta sína nirvana í óteljandi lív til tess at tæna øðrum og hjálpa teimum til nirvana. Ein kann altso velja at halda áfram í ringrásini av endurføðingum, eisini eftir at vera komin til nirvana.

13 Ein onnur skipan, sum fekk stóra ávirkan í Kina og Japan, er tann, sum nevnist Reina Landið Vestureftir, og sum Buddha Amitabha, ella Amida stovnaði. Tey, sum í trúgv ákalla navn Buddha, verða endurfødd í Reina Landinum, ella paradísinum, har umstøðurnar fyri at fáa ta endaligu upplýsingina eru betri. Hvat spurdist so burtur úr hesi læruni? Áðurnevndi Smart professari greiðir frá: „Ikki óvæntað, gjørdist dýrd paradísins, sum so livandi verður lýst í nøkrum mahayanaskriftum, hægsta málið í huganum á fólki í staðin fyri nirvana.“

14 Tibetanska buddhisman hevur tikið aðrar staðbundnar fatanir til sín. Tibetanska deyðabókin greiðir til dømis frá tí, sum verður einum persóni fyri í millumstøðuni ímillum deyða og endurføðing. Hin deyði sigst verða settur í sterka ljósið frá Hægsta Veruleikanum, og tann, ið ikki tolir ljósið, verður ikki frígjørdur, men endurføddur. Buddhisman hevur skilliga í øllum sínum ymisku avbrigdum hugsanina um ódeyðiligleika.

Forfedradýrkan í japansku shintoismuni

15-17. (a) Hvussu byrjaði forfedradýrkanin í shintoismuni? (b) Hvussu er trúgvin á ódeyðiligu sálina grundleggjandi í shintoismuni?

15 Ein átrúni var longu í Japan, áðrenn buddhisman kom til landið í 6. øld eftir okkara tíðarrokning. Hann hevði einki navn, og hann var smíðaður av fatanum, sum vóru knýttar at siðum og siðareglum fólksins. Tá buddhisman kom til landið, varð neyðugt at skilja ímillum japanska átrúnan og tann útlendska. Soleiðis kom heitið „shinto“, sum merkir „vegur gudanna“.

16 Hvat lærdi shintoisman av fyrstan tíð um tað, sum er hinumegin? Tá japanar fóru at dyrka rís á vátlendinum, varð tørvur á „vælskipaðum og støðugum felagsskapum, og teir mentu landbúnaðarhalgisiðir, sum seinni fingu ein týðandi leiklut í shinto,“ greiðir japanska uppslagsverkið Kodansha Encyclopedia of Japan frá. Óttin fyri sálum teirra deyðu fekk japanar at upphugsa ávísar halgisiðir, sum skuldu blíðka tær. Burtur úr hesum spurdist, sum frá leið, ein dýrkan av andum forfedranna.

17 Sambært shintoistiskari fatan hevur „deyða“ sálin framvegis sína persónmensku, men hon er dálkað av deyðanum. Tá tey avvarðandi halda halgisiðir til minni um tann deyða, reinsast sálin frá øllum illum og fær eitt friðsamt og góðsligt lyndi. Sum frá líður fær andin av tí deyða støðu sum forfedragudur ella verndargudur. Orsakað av at shintoisman livdi undir liðini á buddhismuni, tók hon ávísar buddhistiskar fatanir til sín, eitt nú læruna um paradísið. Læran um ódeyðiligleika er tí eisini ein týðandi táttur í shintoismuni.

Ódeyðiligleiki í taoismuni, forfedradýrkan í kungfutsianismuni

18. Hvussu er taoistiska hugsanin viðvíkjandi ódeyðiligleika?

18 Lao-tse (Lao-tzu) stovnaði taoismuna, og hann sigst at hava livað í Kina í 6. øld fyri okkara tíðarrokning. Sambært taoismuni er endamálið í lívinum at fáa virki menniskjans í samljóð við tao — náttúrunnar veg. Taoistiska hugsanin viðvíkjandi ódeyðiligleika kann gerast upp á henda hátt: Tao er stýrandi meginreglan í alheiminum. Tao hevur onga byrjan og ongan enda. Við at liva í samsvar við tao fær hin einstaki part í honum og verður ævigur.

19-21. Hvat spurdist burtur úr nøkrum hugsanum hjá taoistunum?

19 Í síni stremban eftir at smelta saman við náttúruni hugsaðu taoistarnir sum frá leið serstakliga um tíðarloysi náttúrunnar og førleika hennara at endurnýggja seg. Teir grundaðu á, um tann, sum livdi í samljóði við tao, ella náttúrunnar veg, onkursvegna kundi fáa innlit í loynimál náttúrunnar og gerast immunur fyri fysiskum skaða, sjúku og enntá deyðanum.

20 Taoistarnir fóru at gera royndir við djúphugsan, andingarvenjingum og kosti, sum ætlandi kundi útseta likamsforfallið og deyðan. Skjótt gingu ótrúligar frásøgur um ódeyðilig, sum dugdu at flúgva á skýggjum, kundu hvørva og vísa seg aftur, sum teimum lysti, og sum búðu á heiløgum fjøllum ella fjarlagdum oyggjum í óteljandi ár og livdu av døgg og gandafruktum. Kinesisk søga sigur frá, at Ch’in-keisarin Shih Huang-ti í 219 f.o.t. sendi ein skipaflota við 3000 dreingjum og gentum út at finna sagnoynna P’eng-lai, bústað hinna ódeyðiligu, so tey kundu taka urt ódeyðiligleikans aftur við sær. Tey komu sjálvandi ikki aftur við hesum undurdrykki.

21 Henda leitingin eftir ævigum lívi fekk taoistarnar at royna at framleiða ein ódeyðiligleika-pillara við alkymi. Sambært taoismuni kyknar lívið, tá tær mótsettu kreftirnar yin og yang (kvinnuliga og mannliga meginreglan) sameinast. Við at samansmelta blýggj (myrkt, yin) og kyksilvur (ljóst, yang) royndu alkymistarnir at herma eftir gongdini í náttúruni, og teir hildu, at úrslitið fór at verða ein ódeyðiligleika-pillari.

22. Hvørja ávirkan hevði buddhisman á trúarlívið í Kina?

22 Í 7. øld eftir okkara tíðarrokning gjørdi buddhisman innrás í kinesiska trúarlívið. Úrslitið var ein samansjóðing av ymiskum úr buddhismu, spiritismu og forfedradýrkan. „Bæði buddhisman og taoisman góvu hugsanini um eitt lív eftir deyðan skap og innihald, eini hugsan, sum var heldur kám í gomlu kinesisku forfedradýrkanini,“ sigur Smart professari.

23. Hvørja støðu hevði Kungfutse til forfedradýrkan?

23 Kungfutse var ein annar kendur vísmaður í Kina úr 6. øld fyri okkara tíðarrokning. Filosofiin hjá honum, sum gjørdist støðið undir kungfutsianismuni, gjørdi ikki nógv burtur úr tí, sum er hinumegin. Hann legði heldur dent á týdningin av góðum morali og samfelagsliga góðkendum atburði. Men hann var fyri forfedradýrkan og legði stóran dent á at halda teir halgisiðir, sum høvdu samband við andarnar av deyðum forfedrum.

Aðrir átrúnar í eysturlondum

24. Hvat lærir jainisman um sálina?

24 Jainisman varð stovnað í India í 6. øld fyri okkara tíðarrokning. Stovnarin, Mahāvīra, lærdi, at alt livandi hevur æviga sál, og at sálin bert kann frelsast úr trældóminum undir karma við harðari sjálvsavnoktan og sjálvdissiplini og við strangliga at halda seg frá øllum harðskapi móti øllum skapningum. Hesa fatanina hava jainistar hildið fast við fram at hesum degi.

25, 26. Hvørjar hinduistiskar fatanir eru eisini at finna í sikhismuni?

25 India er eisini landið, har sikhisman, ein átrúni sum hevur 19 milliónir viðhaldsfólk, byrjaði. Hesin átrúnin varð stovnaður fyrst í 16. øld, tá guru Nānak setti sær fyri at taka tað besta úr hinduismuni og islam og burtur úr tí gera ein samgonguátrúna. Sikhisman tók hinduistisku læruna um ódeyðiligu sálina, reinkarnatión og karma til sín.

26 Sum skilst, er trúgvin á, at lívið heldur áfram, eftir at likamið er deytt, ein óskiljandi partur av teimum flestu átrúnunum í eysturlondum. Hvussu er vorðið við jødadóminum, kristinheiminum og islam?

[Undirgrein]

^ par. 4 F.o.t. merkir „fyri okkara tíðarrokning“, og e.o.t. merkir „eftir okkara tíðarrokning“.

[Lestrarspurningar]

[Kort á síðu 10]

(Tekstsuppsetingin sæst í prentaða lesnaðinum)

Buddhisman hevur ávirkað alt Eysturasia

MIÐASIA

KASHMIR

TIBET

KINA

KOREA

JAPAN

Benares

INDIA

Bodh Gaya

MYANMAR

THAILAND

SRI LANKA

KAMBODJA

JAVA

3. øld f.o.t.

1. øld f.o.t.

1. øld e.o.t.

4. øld e.o.t.

6. øld e.o.t.

7. øld e.o.t.

[Mynd á síðu 9]

Læran um reinkarnatión er grundstuðulin í hinduismuni

[Mynd á síðu 11]

Ein taoistur roynir at gerast ævigur við at liva í samljóði við náttúruna

[Mynd á síðu 12]

Kungfutse var fyri forfedradýrkan