Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

15. PARTUR

Hví skalt tú halda fram?

Hví skalt tú halda fram?

1. Hvussu fer tað at gagna tær at halda fram at kanna Bíbliuna?

Tað hevur ivaleyst styrkt tín kærleika til Jehova at kanna nakrar av grundsannleikunum í Bíbliuni. Tú mást halda fram at styrkja henda kærleikan. (1 Pætur 2:2) Tín vón um ævigt lív er treytað av, at tú heldur fram at kanna og lesa Guds orð, og harvið fært tú tættari samband við Jehova. — Les Jóhannes 17:3; Judas 21.

So hvørt sum tú lærir meira um Gud, verður trúgvin hjá tær sterkari. Trúgv hjálpir tær at ’toknast Gudi’. (Hebrearabrævið 11:1, 6) Hon fær teg at angra tínar syndir og gera góðar broytingar í tínum lívi. — Les Ápostlasøguna 3:19.

2. Hvussu kann tað, tú hevur lært um Gud, hjálpa øðrum?

Tú kanst fáa eitt serligt samband við Jehova

Tú hevur helst hug at fortelja øðrum tað, tú hevur lært. Vit hava jú øll hug at fortelja góð tíðindi. Sum tú heldur fram at kanna Bíbliuna, lærir tú at brúka hana, tá ið tú skalt siga øðrum frá teimum góðu tíðindunum og tíni trúgv á Jehova. — Les Rómbrævið 10:13-15.

Tey flestu byrja við at siga vinfólki og skyldfólki frá teimum góðu tíðindunum. Tað er umráðandi at vera fólkaligur. Heldur enn at siga við tey, at tað tey trúgva er skeivt, er tað betri at fortelja teimum um Guds lyfti. Minst eisini til, at fólk vanliga eru meiri hugtikin av tínum góða atburði enn av tí, tú sigur. — Les 2 Timoteus 2:24, 25.

3. Hvat samband kanst tú fáa við Gud?

Kannar tú Guds orð, hjálpir tað tær at vaksa andaliga. Sum frá líður kanst tú fáa eitt heilt serligt samband við Jehova. Tú kanst í roynd og veru sleppa at hoyra til hansara familju. — Les 2 Korintbræv 6:18.

4. Hvussu kanst tú áhaldandi gera framstig?

Tú kanst vaksa andaliga, um tú heldur fram at kanna Guds orð. (Hebrearabrævið 5:13, 14) Bið eitt Jehova vitni kanna Bíbliuna saman við tær við bókini Hvat lærir Bíblian veruliga? Jú meira tú lærir úr Guds orði, tess betri lív fært tú. — Les Sálm 1:1-3; 73:27, 28.

Tey góðu tíðindini koma frá Jehova, hinum lukkuliga Gudi. Tú kanst fáa tættari samband við hann við at fáa eitt tættari samband við fólk hansara. (Hebrearabrævið 10:24, 25) Heldur tú fram í tíni roynd at gleða Jehova, vísir tú, at tú fegin vilt liva hitt sanna lívið — æviga lívið. At nærkast Gudi og fáa tættari samband við hann, er tað allarbesta tú kanst gera. — Les 1 Timoteus 1:11; 6:19.