Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

27PARTUR

Hvussu kann bókasavnið í ríkissalinum koma okkum til nyttu?

Hvussu kann bókasavnið í ríkissalinum koma okkum til nyttu?

Ísrael

Kekkia

Benin

Caymanoyggjar

Kundi tú hugsað tær at kannað okkurt nærri og fingið størri kunnleika um Bíbliuna? Vilt tú vita meir um eitt ávíst skriftstað, ein persón, eitt stað ella okkurt annað, sum er nevnt í Bíbliuni? Ella hevur tú spurt teg sjálvan, um Guds orð kann hjálpa tær við onkrum, sum tú ivast í? Ger so eina rend inn á bókasavnið í ríkissalinum.

Tað er ein hjálp, tá ið vit vilja kanna ymiskt. Tað er ikki líkt til, at tú eigur allan bíbilska lesnaðin, sum Jehova vitni hava givið út á tínum máli. Men á bókasavninum í ríkissalinum finnur tú tað mesta av tí, sum er givið út í seinastuni. Har eru kanska eisini fleiri bíbliutýðingar, ein góð orðabók og onnur hent uppslagsverk. Áðrenn og eftir møtini stendur tær frítt at nýta tað, sum er á bókasavninum. Um ein telda er har, so er Watchtower Library helst á henni. Tað er eitt telduforrit við eini rúgvu av okkara lesnaði, og har eru eisini leitingarmøguleikar, sum eru lættir at brúka, tá ið tú skalt kanna eitt evni, eitt orð ella eitt skriftstað.

Tað er hent hjá næmingum á møtinum Okkara kristna lív og tænasta. Bókasavnið í ríkissalinum kann koma tær til nyttu, tá ið tú skalt gera uppgávur. Umsjónarmaðurin fyri møtið stendur fyri bókasavninum. Tað áliggur honum at syrgja fyri, at nýggjasti lesnaðurin er tøkur, og at hann er væl skipaður. Hann ella tann, sum lesur Bíbliuna við tær, kann vísa tær, hvussu tú finnur upplýsingarnar, sum tú hevur brúk fyri. Tó er ikki lov at taka bøkur við heim. Og vit mugu sjálvsagt fara væl við bókunum og ikki skriva í tær.

Bíblian sigur, at skulu vit ’vinna okkum kunnskap um Gud’, mugu vit vera villig at leita eftir honum „sum eftir dýrgripum“. (Orðtøkini 2:1-5) Bókasavnið í ríkissalinum kann hjálpa tær at leita.

  • Hvat er til taks á bókasavninum í ríkissalinum, sum kann hjálpa okkum at kanna ymiskt?

  • Hvør kann vísa tær, hvussu tú kanst brúka bókasavnið?