Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Ein álítandi vón fyri tey deyðu

Ein álítandi vón fyri tey deyðu

EIN 25-ára gomul kvinna skrivar: „Í 1981 doyði mamma mín av krabbameini. Tað var ein dyggur smeitur hjá mær og hálvbeiggja mínum. Eg var 17 ár og beiggi mín var 11. Saknurin var ræðuligur. Eg hevði lært at hon var í himli og hevði tí góðan hug at taka lívið av mær sjálvari, so eg aftur kundi vera saman við henni. Hon var mín besti vinur.“

Tað tykist so órættvíst at deyðin hevur vald at taka tey frá okkum sum vit eru góð við. Og tá tað hendir, orka vit næstan ikki at hugsa um at vit ongantíð aftur skulu tosa og skemtast við viðkomandi ella geva honum ella henni eitt klemm. Og tað er ikki vist at henda pínan hvørvur tí vit fáa at vita at hin deyði er uppi í himli.

Tá er vónin Bíblian gevur okkum nógv øðrvísi. Sum vit áður hava sagt frá, vísir Bíblian at vit áðrenn langt um líður aftur fáa høvi at vera saman við okkara kæru, ikki í himli, men her á jørðini undir friðarligum og rættvísum umstøðum. Tá kunnu menniskjuni gleða seg um eina fullkomna heilsu, og teimum nýtist ikki at doyggja. ’Hatta man vera tann beri heilaspuni,’ sigur tú kanska.

Hvat skal til fyri at sannføra teg um at henda vónin er álítandi? Skulu vit trúgva einum lyfti mugu vit hava vissu fyri at tann sum gav tað, bæði vil og megnar at uppfylla tað. Hvør er tað so sum lovar at tey deyðu skulu fáa lívið aftur?

Á vári ár 31 gav Jesus Kristus hetta greiða lyftið: „Tí eins og Faðirin reisir upp deyð og ger livandi, so ger eisini Sonurin livandi, hvønn Hann vil. Undrist ikki á hetta! Tí tann tími kemur, táið øll tey, sum eru í grøvunum, skulu hoyra rødd Hansara [Jesusar]. Og tey skulu koma fram.“ (Jóhannes 5:21, 28, 29) Ja, Jesus Kristus lovaði at milliónir sum nú eru deyð skulu fáa lívið aftur her á jørðini við útliti til at liva undir friðarligum, paradísiskum korum í allar ævir. (Lukas 23:43; Jóhannes 3:16; 17:3; samanber Sálm 37:29 og Matteus 5:5.) Av tí at tað var Jesus sjálvur sum gav lyftið, kunnu vit líta á at hann vil uppfylla tað. Men megnar hann eisini at gera tað?

Minni enn tvey ár eftir at Jesus gav hetta lyftið, vísti hann á máttmiklan hátt at hann bæði vil og megnar at reisa upp deyð.

„Lazarus, kom út!”

Støðan var syndarlig. Lazarus lá illa sjúkur. Systrarnar báðar, Marta og Maria, boðsendu tí Jesusi sum var staddur hinumegin Jordanánni, og søgdu: „Harri! Hann, ið Tú elskar, er sjúkur.“ (Jóhannes 11:3) Tær vistu at Jesus var góður við Lazarus, so mundi hann ikki hava hug at vitja sín sjúka vin? Eyðsýnliga fór Jesus, í staðin fyri alt fyri eitt at skunda sær til Betania, ongan veg tveir teir næstu dagarnar. — Jóhannes 11:5, 6.

Lazarus doyði nakað eftir at boðini um sjúku hansara vórðu send. Jesus visti nær Lazarus doyði, og hann ætlaði sær at gera nakað við tað. Tá Jesus umsíðir kom til Betania hevði hansara góði vinur verið deyður í fýra dagar. (Jóhannes 11:17, 39) Kundi Jesus fáa lív í eitt menniskja sum hevði verið deytt so leingi?

Tá Marta, sum hevði bragdligt lyndi, frætti at Jesus nærkaðist, rann hon út ímóti honum. (Samanber Lukas 10:38-42.) Sorg hennara gekk Jesusi at hjartanum, og hann legði henni eina við: „Bróðir tín skal rísa upp aftur!“ Tá hon so segði seg trúgva á eina framtíðar uppreisn, segði Jesus henni bart út: „Eg eri uppreisnin og lívið, tann, ið trýr á Meg, skal liva, um hann so doyr.“ — Jóhannes 11:20-25.

Tá Jesus kom út til grøvina, gav hann boð um at steinurin sum lá fyri inngongdini skuldi takast burtur. Hann bað hart og segði so: „Lazarus, kom út!“ — Jóhannes 11:38-43.

Øll hugdu alspent at grøvini. Út úr myrkrinum dagaðist eitt skapilsi. Klædnastrimlar vóru vavdir um føturnar og hendurnar, og eitt turriklæði var bundið um andlitið á honum. „Loysið hann og latið hann fara!“ beyð Jesus. Seinasti klædnastrimmilin fall til jarðar. Jú, tað var Lazarus, maðurin sum hevði verið deyður í fýra dagar! — Jóhannes 11:44.

Hendi tað veruliga?

Í Jóhannesevangeliinum verður frásøgan um uppreisn Lazarusar borin fram sum søgulig sannroynd. Smálutirnir eru so livandi at talan ikki kann vera um eitt líknilsi. Ivast vit í at hon er sannsøgulig kunnu vit eins væl ivast um øll undrini í Bíbliuni, eitt nú at Jesus Kristus sjálvur reis upp frá deyðum. Og tann sum avnoktar at Jesus reis upp frá deyðum, avnoktar alla kristnu trúnna. — 1 Korintbræv 15:13-15.

Trúgva vit á Gud, skuldi tað ikki verið so torført eisini at trúð á uppreisnina. Hetta kann lýsast við einum dømi: Ein maður kann gera eina sjónbandsupptøku av sínum seinasta vilja og testamenti, og tá hann so er deyður kunnu skyldfólk og vinir síggja og hoyra hann siga hvat henda skal við búnum. Hetta var óhugsandi fyri hundrað árum síðani, og enn munnu summi fólk sum liva í fjarskotnum økjum á jørðini halda eina sjónbandsupptøku vera so ófatiliga, at tey vildu mett hana sum eitt undur. Tá menniskju við vísindaligum meginreglum sum Skaparin hevur sett upp, eru før fyri at gera nakað so livandi, man Skaparin so ikki vera førur fyri at gera nógv meir enn tað? Sjálvandi. Er tað so ikki væl hugsandi at tann sum skapti lívið, eisini er førur fyri at endurskapa tað?

Undrið sum hendi tá Lazarus fekk lívið aftur, gjørdi sítt til at styrkja trúnna á Jesus og á uppreisnina. (Jóhannes 11:41, 42; 12:9-11, 17-19) Samstundis er tað ein rørandi lýsing av at Jehova og sonur hansara hava viljan til og ynskið um at geva deyðum uppreisn.

’Gudi skal leingjast eftir handaverki sínum’

Atburðurin hjá Jesusi tá Lazarus doyði avdúkar stórt kenslusemi. Tær djúpu kenslurnar sum tá komu til sjóndar, vísa greitt at hann hjartans fegin vil geva teimum deyðu eina uppreisn. Vit lesa: „Táið nú Maria kom, hagar sum Jesus var, og sá Hann, fall hon niður fyri føtur Hansara og segði við Hann: ’Harri! Hevði Tú verið her, so hevði bróðir ikki doyð!’ Táið Jesus nú sá hana gráta og sá Jødarnar, ið við henni vóru komnir, gráta, suffaði Hann í andanum, varð ógvuliga rørdur og segði: ’Hvar hava tit lagt hann?’ Tey svaraðu Honum: ’Harri, kom og síggj!’ Jesus græt. Tá søgdu Jødarnir: ’Hygg, hvussu Hann elskaði hann!’“ — Jóhannes 11:32-36.

Her verður hjartaliga samkensla Jesusar lýst við trimum máliskum: hann „suffaði . . . í andanum“, „varð ógvuliga rørdur“, og hann „græt“. Griksku upprunaorðini sum vórðu nýtt at lýsa tann rørandi tilburðin vísa at tað tók Jesusi so fast at næri vinurin Lazarus var deyður og at síggja systir Lazarus gráta, at tárini spríktu fram. *

Tað sum kann undra í hesum sambandi er at Jesus tvær reisur fyrr hevði givið fólki lívið aftur, og at hann eisini ætlaði sær at reisa upp Lazarus. (Jóhannes 11:11, 23, 25) Og kortini ’græt hann’. At geva menniskjum lívið aftur er altso ikki bara nakað Jesus ger av handahógvi. Sterku og djúpu kenslur hansara sum komu til sjóndar í hesum føri vísa at hann hjartaliga fegin vil bøta aftur allan skaða sum deyðin hevur verið atvold til.

Kenslurnar Jesus vísti tá hann vakti Lazarus frá deyðum, vísa at hann vil bøta skaðan aftur sum deyðin hevur verið atvoldin til

Av tí at Jesus er ’ljómi . . . og ímynd veru Jehova Guds’, skulu vit ikki ivast í at Faðir okkara í himli kennir tað sama. (Hebrearabrævið 1:3) At Jehova fegin vil reisa upp deyð segði hin trúfarsti Job okkum: „Táið Maður doyr, livnar hann tá upp aftur! . . . Tú skuldi tá rópt, og eg skuldi svarað; Tær skuldi longst eftir handaverki Tínum.“ (Job 14:14, 15) Hebraiska orðið sum her verður týtt „longst eftir“, vísir at Gud hevur eitt inniligt ynski og ein sterkan longsul. (1 Mósebók 31:30; Sálmur 84:3) Jehova má altso síggja fram til uppreisnina við stórum áhuga.

Kunnu vit líta á lyftið um uppreisnina? Ja, tí eingin ivi er um at Jehova og sonur hansara bæði vilja og megna at reisa upp deyð. Hvønn týdning hevur tað fyri teg? At tú hevur útlit til, her á jørðini men undir heilt øðrvísi korum, aftur at vera saman við teimum kæru sum tú hevur mist!

Jehova Gud, sum av fyrstan tíð setti menniskjað í ein vakran urtagarð, hevur lovað at endurreisa Paradísið her á jørðini undir himmalsku stjórn síni sum er litin upp í hendurnar á tí nú dýrmetta Jesusi Kristi. (1 Mósebók 2:7-9; Matteus 6:10; Lukas 23:42, 43) Í hesum endurreista paradísinum er mannaættin sloppin undan allari sjúku og fyri framman liggur lívið sum ongantíð endar. (Opinberingin 21:1-4; samanber Job 33:25; Esaias 35:5-7.) Hatur, rasufordómar, etniskur yvirgangur og búskaparlig kúgan er alt farið. Á eini slíkari reinsaðari jørð fara Jehova Gud og Jesus Kristus at reisa upp tey deyðu.

Uppreisnin, sum er grundað á endurloysingaroffrið Jesus Kristus læt, verður øllum tjóðum til gleði

Hesa vónina hevur tann kristna kvinnan sum stendur nevnd fyrst í hesum partinum, nú fingið. Fleiri ár eftir at mamman doyði, hjálptu Jehova vitni henni at studera Bíbliuna nágreiniliga. Hon sigur: „Tá eg lærdi um uppreisnarvónina mátti eg gráta. Hugsanin um at eg skal síggja mammu mína aftur er undursom.“

Leingist tær eisini at síggja tíni kæru aftur, vilja Jehova vitni fegin hjálpa tær at læra hvussu henda álítandi vónin verður tín. Hví ikki seta teg í samband við tey í ríkissalinum á staðnum, ella skriva til nærmastu adressuna á síðu 32.

^ stk. 20 Grikska sagnorðið sum verður týtt „suffaði“ er (embrimaʹomai) sum merkir ’at vera djúpt ella sárt rørdur’. Ein bíbliuviðmerkjari sigur: „Í hesum førinum kann tað bara merkja at Jesus varð so djúpt rørdur at hann suffaði áðrenn hann visti av.“ Orðini sum verða týdd „varð ógvuliga rørdur“ koma av grikska orðinum (tarasʹso) sum hava við sinnisrørslu at gera. Sambært einum orðabókahøvundi merkir tað at „elva til innvortis øsing, . . . volda svára pínu ella sorg“. Orðið „gráta“ er týðing av grikska sagnorðinum (dakryʹo) sum merkir „at fella tár, gráta spakuliga“.