HVAT KANN HJÁLPA TEIMUM, SUM SYRGJA?
Tá ið sorgin rakar
„Tá ið Sophia a og eg høvdu verið gift í meira enn 39 ár, doyði hon eftir at hava verið sjúk leingi. Eg fekk góða hjálp frá vinum, og eg royndi at halda meg í gongd. Men alt tað fyrsta árið hevði eg tað ræðuligt. Kenslurnar svingaðu upp og niður alla somlu tíðina. Sjálvt nú, næstan trý ár aftaná, kann eg knappliga blíva øgiliga keddur.“ – Kostas.
Hevur tú mist ein kæran? Um so er, kennir tú teg kanska aftur í tí, sum Kostas sigur. Eitt tað ringasta, mann kann uppliva, er at missa ein, mann er góður við. Tað siga serfrøðingar eisini. Í eini grein um sorg stendur, at nógv verða so ræðuliga kedd, tí tey halda, at tey ongantíð fara at síggja síni kæru aftur. Tá ið mann verður raktur av eini slíkari sorg, hugsar mann kanska: Fari eg altíð at hava tað soleiðis? Verði eg nakrantíð glaður aftur? Kann eg gera nakað fyri at fáa tað betri?
Hesir spurningarnir verða viðgjørdir í hesi útgávuni av Vaknið! Tann næsta greinin kemur inn upp á, hvussu tað er vanligt at hava tað, tá ið mann kortsíðani hevur mist ein kæran. Og tær næstu greinarnar koma inn upp á, hvat kann hjálpa tær, so tað við tíðini verður lættari at liva við sorgini.
Vit hopa virkuliga, at hetta blaðið kann hjálpa øllum, sum eru í stórari sorg beint nú.
a Summi nøvn í hesi greinarøðini eru broytt.