Hvussu skulu vit biðja?
Í SAMBANDI VIÐ bøn læra nógvir átrúnaðir, at tað hevur stóran týdning at sita ella standa upp á ein ávísan máta og at brúka nøkur ávís orð. Men Bíblian hjálpir okkum at skilja, hvat veruliga hevur týdning, tá ið vit biðja.
Í Bíbliuni lesa vit um tænarar hjá Gudi, sum bóðu nógv ymisk støð og upp á nógvar ymiskar mátar. Teir bóðu innantanna ella hart, alt eftir umstøðunum. Teir lyftu høvdið upp ímóti himli ella boygdu høvdið. Teir brúktu ikki myndir, rósukransar, bønabøkur ella líknandi, men bóðu frá hjartanum. Hvat gjørdi, at Gud lurtaði eftir teimum?
Sum nevnt í undanfarnu greinini, bóðu teir bara til Jehova Gud. Eitt annað, sum gjørdi, at Gud lurtaði eftir teimum, er tað, sum vit lesa í 1. Jóhannesarbrævi 5:14. Har stendur: „Hetta er hitt hugreysta álit, vit hava á Honum, at biðja vit um okkurt eftir vilja Hansara, so hoyrir Hann okkum.“ Okkara bønir mugu altso vera í samsvari við Guds vilja. Hvat merkir tað?
Vit mugu studera Bíbliuna fyri at finna út av, hvat Guds vilji er, og hvat vit skulu biðja um. Vil tað so siga, at vit skulu duga alla Bíbliuna fyri at fáa Gud at lurta eftir okkara bønum? Nei, men Gud væntar, at vit royna at skilja, hvat hansara vilji er, og at vit so lata hansara vilja ávirka okkara lív. (Matteus 7:21-23) Vit mugu biðja í samsvari við tað, vit læra.
Gud lurtar eftir okkara bønum, tá ið vit biðja í samsvari við hansara vilja, biðja í trúgv og biðja í Jesu navni
Tá ið vit læra meira um Jehova og hansara vilja, verður okkara trúgv sterkari – og trúgv hevur eisini stóran týdning, tá ið vit biðja. Jesus segði: „Alt, sum tit biðja um við trúgv í bøn tykkara, skulu tit fáa.“ (Matteus 21:22) At trúgva merkir ikki at vera góðtrúgvin. Nei, tað merkir at trúgva upp á nakað, sum ikki sæst, men sum er grundað á týðilig prógv. (Hebrearabrævið 11:1) Bíblian er full av prógvum um, at Jehova, sum vit ikki síggja, er ein veruligur og álítandi Gud, sum svarar okkara bønum, um vit trúgva á hann. Haraftrat kunnu vit altíð biðja um meira trúgv, og Jehova elskar at geva okkum tað, sum vit hava brúk fyri. – Lukas 17:5; Jákupsbrævið 1:17.
Eitt annað, sum hevur stóran týdning í sambandi við bøn, er nakað, sum Jesus segði í Jóhannes 14:6. Har stendur: „Eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.“ Vit kunnu altso bara biðja til faðirin gjøgnum Jesus. Tí segði Jesus við lærisveinarnar, at teir skuldu biðja í hansara navni. (Jóhannes 14:13; 15:16) Men tað merkir ikki, at vit skulu biðja til Jesus. Nei, vit skulu biðja í Jesu navni. So vísa vit, at vit viðurkenna, at Jesus er grundin til, at vit kunnu biðja til okkara fullkomna og heilaga faðir í himli.
Ápostlarnir søgdu einaferð við Jesus: „Harri! Lær okkum at biðja.“ (Lukas 11:1) Teir dugdu longu at biðja, so teir søgdu í veruleikanum: ’Hvat skulu vit biðja um?’