Skjótt verður alt gott
Skjótt verður alt gott
„Um lítla stund – so er hin gudleysi ikki til ... Men hini eyðmjúku skulu arva landið og gleðast í nógvum friði.“ – SÁLMUR 37:10, 11.
KUNDI tú hugsað tær at sæð hesa profetiina ganga út? Tað kundi tú uttan iva, og tú kanst vera sikkur upp á, at tað skjótt fer at henda.
Tær undanfarnu greinarnar komu bara inn upp á nakrar av profetiunum í Bíbliuni, sum vísa, at vit liva á „síðstu døgum“. (2. Timoteusarbræv 3:1-5) Gud læt menniskju skriva hesar profetiirnar niður fyri at geva okkum vón. (Rómbrævið 15:4) Tað, at hesar profetiirnar ganga út, merkir, at trupulleikarnir í heiminum skjótt fáa ein enda.
Hvat fer at henda aftan á teir síðstu dagarnar? Tá fer Guds ríki at ráða yvir allari jørðini. (Matteus 6:9, 10) Bíblian fortelur okkum, hvussu tað fer at vera á jørðini til ta tíð:
● Eingin hungursneyð. „Korn skal vera í yvirflóð í landinum, á fjallatindunum.“ – Sálmur 72:16.
● Eingin sjúka. „Eingin, sum býr har, skal siga: ’Eg eri sjúkur.’“ – Esaias 33:24.
● Eingir umhvørvistrupulleikar. „Oyðimørkin og hitt turra land skulu gleðast, hin oydna heiði skal fegnast og blóma sum lilja.“ – Esaias 35:1.
Hetta eru bara nakrar fáar av teimum uppmuntrandi profetiunum í Bíbliuni, sum skjótt fara at ganga út. Hví ikki spyrja Jehova vitni, hvussu tey kunnu vera so vís í, at alt skjótt fer at blíva gott? Tey vilja gjarna vísa tær svarið í Bíbliuni.