Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

HØVUÐSEVNI | LYGNIR, SUM GERA TAÐ RINGT AT ELSKA GUD

Lygnin, sum gjørdi Gud navnleysan

Lygnin, sum gjørdi Gud navnleysan

HVAT HALDA NÓGV?

„Tað er ikki so frægt, at vit eru komin ásamt um, at Gud hevur eitt navn, og heldur ikki, hvat tað í so fall skuldi verið.“ – David Cunningham, professari, Theological Studies.

HVAT SIGUR BÍBLIAN?

Gud hevur sagt: „Eg eri HARRIN [Jehova, New World Translation], tað er navn Mítt.“ (Esaias 42:8) * Jehova er eitt hebraiskt navn, sum merkir „Hann fær at verða“.

Jehova vil, at vit skulu brúka hansara navn. Bíblian sigur: „Ákallið navn Hansara, gerið verk Hansara kend millum fólkini, kunngerið, at navn Hansara er høgt!“ – Esaias 12:4.

Jesus brúkti Guds navn. Í einari bøn segði hann við Jehova: „Eg havi kunngjørt teimum [lærisveinunum] navn Títt – og skal kunngera teimum tað.“ Hví fortaldi Jesus lærisveinunum, hvussu Gud eitur? Jú, hann segði víðari í bønini: „Fyri at kærleikin, ið Tú hevur elskað Meg við, skal vera í teimum, og Eg í teimum.“ – Jóhannes 17:26.

HVÍ HEVUR TAÐ TÝDNING?

„Ein, sum ikki veit, hvussu Gud eitur, kennir hann ikki ordiliga og kann heldur ikki elska hann.“ – Walter Lowrie, gudfrøðingur.

At fjala ella at seta okkurt annað í staðin fyri Guds navn er tað sama sum at skera tað úr Bíbliuni

Ein maður, sum eitur Victor, gekk í kirkju hvørja viku, men hann føldi ikki, at hann kendi Gud ordiliga. Hann sigur: „Seinni fekk eg at vita, at Gud eitur Jehova, og tað var ikki fyrr enn tá, at hann bleiv veruligur fyri mær. Tað var sum at hitta ein, eg hevði hoyrt nógv um. Nú kundi eg læra hann at kenna og blíva vinur við hann.“

Jehova vil gjarna vera vinur við tey, sum brúka hansara navn. Bíblian lovar: „Tey líta á Teg, tey, sum kenna navn Títt; tí Tú hevur ikki svikið tey, ið søkja Teg, HARRI!“ (Sálmur 9:11) Gud lønar eisini teimum, sum ákalla hansara navn. Bíblian sigur: „Hvør tann, ið kallar á navn Harrans, skal verða frelstur.“ – Rómbrævið 10:13.

^ stk. 4 Í orðafrágreiðingini í umsetingini eftir Dahl/Viderø, útgávuni frá 2006, stendur at lesa undir Harrin: „Harrin í Gamla Testamenti av hebráiska orðinum adonaj, sagt um Guð. Navn hansara er Jahve, stytt Jah.“