EITT PRÁT UM BÍBLIUNA
Hví loyvir Gud, at so nógv ræðuligt hendir?
Her er eitt dømi um, hvussu eitt prát kundi ljóðað, tá ið eitt Jehova vitni bankar upp á hurðina. Vit kunnu ímynda okkum, at eitt Jehova vitni, sum eitur Malan, vitjar eina konu, sum eitur Sára.
HVUSSU ÁVIRKAR TAÐ GUD, TÁ IÐ MENNISKJU HAVA TAÐ RINGT?
Malan: Hey Sára!
Sára: Hey!
Malan: Deiligt, at tú vart inni. Seinast eg var her, tosaðu vit um, hvussu tað ávirkar Gud, tá ið vit menniskju hava tað ringt. Tú fortaldi mær, at tað er nakað, sum tú hevur hugsað nógv um, serliga aftan á ferðsluóhappið hjá mammu tíni. Hvussu hevur hon tað nú?
Sára: Tað gongur upp og niður, men beint nú hevur hon tað heilt hampiligt.
Malan: Tað var gott at hoyra. Men tað má eisini vera ringt hjá tær, tá ið hon hevur ein ringan dag við pínu.
Sára: Ja, heilt sikkurt. Viðhvørt hugsi eg um, hvussu leingi hon skal blíva við at hava pínu.
Malan: Tað skilji eg væl. Men minnist tú, at vit avtalaðu at tosa um, hví Gud loyvir øllum tí ræðuliga, sum hendir, viss hann er førur fyri at steðga tí?
Sára: Ja, tað minnist eg.
Malan: Áðrenn vit hyggja, hvat Bíblian svarar, kunnu vit kanska líka tríva í nakað av tí, vit tosaðu um seinast.
Sára: Ókey.
Malan: Vit sóu jú, at sjálvt ein trúfastur maður á Bíbliunnar tíð undraðist á, at Gud loyvir, at so nógv ræðuligt hendir. Men Gud bleiv ikki illur við hann, og hann segði heldur ikki, at hann burdi havt sterkari trúgv.
Sára: Ja, tað var rættiliga áhugavert.
Malan: Og vit funnu eisini út av, at Gud virkuliga følir við okkum, tá ið vit hava tað ringt. Til dømis sigur Bíblian, at viss hansara fólk ikki hevur tað gott, so er tað sum um, at onkur „rørir við eygnastein Hansara“. * Heldur tú ikki, tað er ein troyst at vita, at Gud hevur samkenslu við okkum, tá ið vit ikki hava tað gott?
Sára: Jú, tað er tað.
Malan: So prátaðu vit eisini um, hvussu stóra kraft Gud hevur. Og tá ið hann hevur so stóra kraft, burdi hann eisini kunnað gjørt enda á allari sorg og pínu.
Sára: Ja, tað er tað, sum eg ikki skilji. Hví letur Gud alt hetta ræðuliga henda, tá ið hann er tann einasti, sum kann steðga tí?
HVØR SEGÐI SANNLEIKAN?
Malan: Vit kunnu byrja við at hyggja í ta fyrstu bókina í Bíbliuni, Fyrstu Mósebók. Kennir tú søguna um Ádam og Evu og ta forbodnu fruktina?
Sára: Ja, hana hoyrdu vit í sunnudagsskúlanum. Gud segði, at tey ikki máttu eta av einum bestemtum træi, men tað gjørdu tey allíkavæl.
Malan: Ja, nemliga. Men hvat var tað, sum fekk tey at eta av trænum? Svarið upp á tann spurningin kann faktiskt hjálpa okkum at skilja, hví tað hendir so nógv ræðuligt. Vilt tú lesa Fyrstu Mósebók kapittul 3 ørindini 1 til 5?
Sára: Ja. „Men ormurin var snildari enn øll onnur dýr á markini, sum Gud HARRIN hevði gjørt; hann segði við kvinnuna: ’Hevur nú Gud sagt: „Tit mugu ongum træi í urtagarðinum eta av“?’ Kvinnan svaraði orminum: „Vit kunnu eta av fruktini á trøunum í urtagarðinum; bert um fruktina á trænum, ið stendur mitt í urtagarðinum, um hana segði Gud: ’Tit mugu ikki eta av henni, ei heldur nema við hana, tí so doyggja tit.’“ Tá segði ormurin við kvinnuna: ’Einki skulu tit doyggja! Men Gud veit, at táið tit eta av henni, so verða eygu tykkara latin upp, so at tit verða sum Gud og kenna gott og ilt!’“
Malan: Legði tú merki til, at tað var ein ormur, ella ein slanga, sum tosaði við Evu?
Sára: Ja …
Malan: Bíblian vísir, at tað í veruleikanum var Satan, sum tosaði við hana gjøgnum slanguna. * Satan spurdi Evu, hvat Gud hevði sagt um ta forbodnu fruktina. Legði tú merki til, hvat revsingin var, um tey ótu av fruktini?
Sára: At tey skuldu doyggja.
Malan: Ja. Og aftan á tað kom Satan við eini álvarsligari ákæru ímóti Gudi. Hann segði: „Einki skulu tit doyggja!“ Við øðrum orðum segði hann faktiskt, at tey ikki skuldu doyggja, og pástóð soleiðis, at Gud leyg!
Sára: Hatta havi eg ongantíð lagt merki til.
Malan: Og tá ið Satan kallaði Gud ein lygnara, tók ein stríðsspurningur seg upp, sum fór at taka langa tíð at svara. Veitst tú, hvat tað gekk út upp á?
Sára: Hmm, nei, ikki ordiliga.
Malan: Kanska vit kunnu lýsa tað við einari mynd. Viss eg nú komi og sigi, at eg eri nógv sterkari enn tú, hvussu hevði tú so viljað mótprógvað tí?
Sára: So høvdu vit sikkurt kunnað testað tað upp á onkran máta.
Malan: Ja, vit kundu kanska funnið okkurt, sum vigar nógv, og vita, hvør av okkum kláraði at lyfta tað. Tað hevði verið lætt at funnið út av.
Sára: Ja.
Malan: Men viss eg nú segði, at eg var meira ærlig enn tú? Hvussu skuldu vit so testað tað?
Sára: Ja, tað hevði ikki verið so lætt.
Malan: Nei, tí fyri at finna út av, hvør av okkum báðum er mest ærlig, høvdu onnur skulað eygleitt okkum í eina rúma tíð fyri at finna út av, hvussu vit eru sum persónar.
Sára: Ja, nemliga.
Malan: Latið okkum hyggja í Bíbliuna aftur. Segði Satan, at hann var sterkari enn Gud?
Sára: Nei.
Malan: Nei, tí Gud hevði lætt kunnað prógvað, at tað ikki passaði. Satan pástóð, at hann var meira ærligur enn Gud. Hann segði upp á ein máta við Evu: Gud lýgur fyri tær, men eg fortelji tær sannleikan.
Sára: Áhugavert.
Malan: Gud er so klókur og vísur, at hann visti, at tann besti mátin at mótprógva pástandinum var at lata tíðina ganga. Fyrr ella seinni fór tað at blíva týðiligt, hvør segði sannleikan, og hvør leyg.
EIN TÝÐANDI STRÍÐSSPURNINGUR
Sára: Men Eva doyði jú. Prógvaði tað ikki, at Gud segði sannleikan?
Malan: Jú, upp á ein máta. Men har lá meira í ákæruni frá Satani. Hygg í ørindi 5 aftur. Hvat meir segði Satan við Evu?
Sára: Hann segði, at viss hon át av fruktini, skuldu eygu hennara verða latin upp.
Malan: Ja, og at hon skuldi „verða sum Gud og kenna gott og ilt“. Satan pástóð altso, at Gud ikki gav menniskjunum tað besta.
Sára: Ókey.
Malan: Og tað var ein ákæra aftrat.
Sára: Hvussu tá?
Malan: Satan segði í veruleikanum við Evu, at hon og øll menniskju aftan á hana høvdu havt tað betri, viss Gud ikki ráddi yvir teimum. Gud visti, at tann besti mátin at prógva, at Satan fór skeivur, var at lata hann ráða yvir heiminum í eina tíð. Tað forklárar, hví tað hendir so nógv ræðuligt rundan um okkum. Orsøkin er altso, at tað er Satan, og ikki Gud, sum stýrir heiminum. * Men tíbetur eru eisini góð tíðindi.
Sára: Og hvat er tað?
Malan: Bíblian fortelur okkum tveir týðandi sannleikar um Gud. Fyri tað fyrsta er Gud góður við okkum og følir við okkum, tá ið vit hava tað ringt. Hygg til dømis, hvat Dávid kongur skrivaði í Sálmi 31:8. Dávid upplivdi nógv keðiligt í sínum lívi, men legg merki til, hvat hann segði í einari bøn til Gud. Vilt tú lesa ørindið?
Sára: Ja, her stendur: „Eg skal frøast og vera glaður um náði Tína, at Tú hevur sæð trongd mína, at Tú hevur tikið Tær av sál míni í neyðini.“
Malan: So sjálvt um Dávid hevði nógvar trupulleikar, var tað ein troyst hjá honum at vita, at Gud sá alt tað, hann mátti ígjøgnum. Heldur tú, at tað er ein troyst at vita, at Gud leggur merki til tað, tá ið vit hava tað ringt, eisini sjálvt um onnur ikki síggja tað?
Sára: Ja, heilt sikkurt.
Malan: Hin sannleikin er, at Gud ikki fer at loyva, at allir ræðuleikarnir í heiminum fara at halda fram í ævir. Bíblian lærir, at hann skjótt fer at syrgja fyri, at Satan ikki sleppur at stýra longur. Og hann fer at gera alt tað ræðuliga, sum er hent, gott aftur, eisini tað sum tú og mamma tín hava verið úti fyri. Kann eg koma aftur í næstu viku og vísa tær, hví vit kunnu vera sikkur upp á, at Gud fer at beina fyri allari sorg og pínu? *
Sára: Ja, tað kanst tú gott.
Kundi tú hugsað tær at vitað meira um okkurt ávíst evni í Bíbliuni? Hevur tú nakrar spurningar um, hvat Jehova vitni trúgva upp á? Um so er, mást tú endiliga spyrja, næstu ferð tú fært møguleika at práta við eitt Jehova vitni. Hann ella hon vil heldur enn gjarna svara tínum spurningum.
^ Sí Zakarias 2:12.
^ Sí Opinberingina 12:9.
^ Fleiri upplýsingar eru at finna í kapittul 9 í bókini Hvat lærir Bíblian? sum Jehova vitni hava givið út.