Far beinleiðis til innihaldið

BÍBLIAN BROYTIR LÍV

Tey brúktu Bíbliuna til at svara hvørjum einasta spurningi!

Tey brúktu Bíbliuna til at svara hvørjum einasta spurningi!
  • FØDD: 1950

  • HEIMLAND: SPANIA

  • FORTÍÐ: KATÓLSK NONNA

BAKGRUND

Tá ið eg bleiv fødd, høvdu foreldrini hjá mær ein lítlan bóndagarð í eini bygd í Galisia í útnyrðingspartinum av Spania. Vit vóru átta systkin, og eg var fjórða barnið. Vit høvdu tað gott. Tá í tíðini í Spania var tað vanligt, at í minsta lagi eitt av børnunum fór á prestaskúla ella í klostur. Vit vóru trý systkin, sum valdu ta leiðina.

Tá ið eg var 13 ára gomul, fór eg í eitt klostur í Madrid, har eldra systir mín longu var. Har var kalt og ópersónligt. Alt var strangt. Vit høvdu ongar vinir, og vit skuldu bara fylgja reglum og biðja. Tíðliga um morgunin fóru vit í kapellið at meditera, men eg var ofta púra blank. Seinni á degnum sungu vit sálmar og hildu messu, alt á latíni. Eg skilti so at siga einki og føldi, at Gud var langt burtur. Dagarnir gingu í berari tøgn. Sjálvt tá ið eg møtti systur míni, sluppu vit bara at siga „Ave Maria Purisima“. Og nonnurnar góvu okkum bara loyvi at tosa saman í ein hálvan tíma aftan á máltíðirnar. Tað var heilt øðrvísi enn heima. Eg føldi meg so einsamalla, og eg græt ofta.

Sjálvt um eg føldi, at Gud var langt burtur, valdi eg at blíva nonna, tá ið eg var 17 ára gomul. Í veruleikanum gjørdi eg bara tað, sum onnur væntaðu av mær. Men skjótt fór eg at ivast í, um eg virkuliga hevði fingið eitt kall frá Gudi. Nonnurnar plagdu at siga, at tey, sum ivaðust í hesum, endaðu í helviti! Men ivin bleiv við at plága meg. Eg visti, at Jesus ikki helt seg fyri seg sjálvan, men gjørdi nógv burtur úr at undirvísa og hjálpa øðrum. (Matteus 4:23-25) Tá ið eg var 20 ára gomul, dugdi eg ikki longur at síggja, hví eg skuldi vera nonna. Tað kom óvart á meg, at abbadissan segði, at viss eg ivaðist, var tað betri, at eg slapp mær burtur sum skjótast. Eg hugsi, at hon var bangin fyri, at eg fór at ávirka hinar. So eg fór úr klostrinum.

Tá ið eg kom heim aftur, skiltu foreldrini væl støðuna, og tey stuðlaðu mær. Men av tí at einki arbeiði var at fáa í bygdini, flutti eg til Týsklands, har ein av beiggjunum hjá mær búði. Hann var virkin í einum kommunistiskum bólki av sponskum útisetum. Eg føldi meg væl millum tey, sum stríddust fyri, at arbeiðarar skuldu hava tað gott, og at javnstøða skuldi vera millum kynini. So eg bleiv kommunistur og gifti meg við einum úr bólkinum. Eg plagdi at býta kommunistiskan lesnað út og vera við í mótmælisgongum, og eg helt, at eg gjørdi nakað gott.

Men við tíðini bleiv eg tó aftur vónsvikin. Eg helt ikki, at kommunistarnir altíð livdu upp til tað, sum teir sjálvir lærdu. Og í 1971 bleiv tann kenslan enn sterkari, tá ið nøkur ung í bólkinum hjá okkum settu eld á tað spanska konsulátið í Frankfurt. Tey vildu mótmæla órættvísinum, sum fór fram í einræðisstýrinum í Spania. Men eg helt ikki, at hetta var rætti mátin at vísa sína ónøgd.

Tá ið eg hevði átt okkara fyrsta barn, segði eg við mannin hjá mær, at eg fór at halda uppat at ganga á møti hjá kommunistunum. Eg føldi meg øgiliga einsamalla, tí eingin av mínum gomlu vinum kom at vitja meg, aftan á at eg hevði átt. Eg hugsaði, hvat meiningin mundi vera við lívinum. Nyttaði tað yvirhøvur nakað at royna at bøta um samfelagið?

BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV

Í 1976 bankaðu tvey sponsk Jehova vitni upp á hurðina hjá okkum og góvu mær bíbilskan lesnað. Tá ið tey komu aftur, hevði eg eina rúgvu av spurningum um líðing, javnstøðu og órættvísi. Eg var bilsin um, at tey brúktu Bíbliuna til at svara hvørjum einasta spurningi. So eg segði ja til at kanna Bíbliuna saman við teimum.

Í fyrstuni vildi eg bara hava nøkur fakta upp á pláss. Men tað broyttist, tá ið eg og maðurin fóru at ganga á møti í ríkissalinum hjá Jehova vitnum. Tá áttu vit tvey børn. Fólk í samkomuni vóru so fitt at koma eftir okkum, og tey hjálptu okkum við børnunum undir møtunum. Eg bleiv so góð við hesi fólkini.

Men eg var enn eitt sindur í iva. So eg valdi at vitja familjuna hjá mær heima í Spania. Ein pápabeiggi, sum var prestur, royndi at fáa meg at halda uppat at kanna Bíbliuna. Men Jehova vitni har á staðnum, hjálptu mær nógv. Tey brúktu eisini Bíbliuna til at svara øllum mínum spurningum, akkurát sum Jehova vitni í Týsklandi. Eg setti mær fyri at halda fram at kanna Bíbliuna, tá ið eg kom heim aftur. Sjálvt um maður mín valdi at halda uppat at kanna Bíbliuna, setti eg mær fyri at halda fram. Og í 1978 bleiv eg doypt sum eitt Jehova vitni.

HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR?

Sannleikin í Bíbliuni hevur hjálpt mær at finna meiningina við lívinum. Og Bíblian hevur eisini givið mær nógv góð ráð, sum eg kann brúka í mínum lívi. Til dømis verða giftar konur í 1. Pætursbrævi 3:1-4 eggjaðar til at vera monnum sínum undirgivnar, at vísa teimum djúpa virðing og at vera mildar, tí tað er nakað, sum Gudi dámar. Meginreglur sum hesar hava hjálpt mær at vera ein góð kona og mamma.

Nú eru 35 ár liðin, síðani eg bleiv Jehova vitni. Eg gleðist um at tæna Gudi í eini andaligari familju saman við fýra av mínum fimm børnum.