Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

HØVUÐSEVNI | FÁ MEIRA BURTUR ÚR AT LESA Í BÍBLIUNI

Hvussu komi eg í gongd?

Hvussu komi eg í gongd?

Hvat kann geva tær betri hug at lesa í Bíbliuni, og hvussu fært tú mest burturúr? Her eru fimm uppskot, sum hava hjálpt nógvum.

Vel rætta staðið. Royn at finna eitt stað, har tú fært lisið í friði og náðum. Syrg fyri, at tú ikki verður órógvaður, so tú kanst hugsavna teg um tað, sum tú lesur. Gott ljós og frísk luft kann eisini hjálpa tær at fáa meira burturúr.

Hav rætta hugburðin. Eftirsum Bíblian er frá okkara himmalska faðir, fært tú mest burturúr, viss tú ert sum eitt forvitið barn, ið lurtar eftir pápa sínum. Og viss tú hevur fordómar um Bíbliuna, mást tú royna at skúgva teir til viks, tí so verður tað lættari at taka ímóti undirvísingini frá Gudi. – Sálmur 25:4.

Bið, áðrenn tú lesur. Tað eru Guds tankar, sum standa í Bíbliuni, so tað er ikki løgið, at vit hava brúk fyri hansara hjálp til at skilja hana. Gud lovar at „geva teimum Heilaga Andan, sum biðja Hann“. (Lukas 11:13) Heilagi andin kann hjálpa tær at skilja tað, sum Gud fortelur okkum. So við og við fert tú enntá at skilja „dýpdir Guds“. – 1. Korintbræv 2:10.

Hugsa um tað, tú lesur. Tú skalt ikki lesa bara fyri at lesa. Royn at skilja tað. Hugsa til dømis um, hvørjir eginleikar eyðkenna fólkini, tú lesur um, og hvussu tú sjálvur kanst brúka tað, sum tú lesur.

Set tær mál. Royn at finna okkurt, sum tú kanst brúka í tínum egna lívi, tí so fært tú nógv meira burtur úr bíbliulesingini. Hvørji mál kundi tú til dømis sett tær? Kundi tú hugsað tær at lært meira um, hvussu Gud er sum persónur, ella um, hvussu tú kanst blíva eitt betri menniskja ella ein betri hjúnafelagi? Um so er, kanst tú velja at lesa okkurt í Bíbliuni, sum kann hjálpa tær at røkka tínum máli. *

Hesi fimm uppskotini kunnu hjálpa tær at koma í gongd. Men hvussu verður tað meira spennandi at lesa í Bíbliuni? Tað fært tú at vita í næstu greinini.

^ stk. 8 Viss tú ivast í, hvar í Bíbliuni tú finnur tað, sum tú hevur brúk fyri, vilja Jehova vitni fegin hjálpa tær.