SANGUR NR. 110
Gleðin í Jehova
-
1. Nú vísa tekn, at ríkið er í hondum,
boðini bera vit í dag.
Lyftið upp høvd, sí, frelsan er í eygsjón,
tíð er at syngja takkarlag!
(NIÐURLAG)
Ein skansi er gleðin í Jehova.
Vit fegnast øll og syngja hart.
At vit fingu vónina, er undurfult,
og til heiður Guds vit gera vart:
’Ein skansi er gleðin í Jehova.
Vit prísa honum fram um alt.
At tæna Jehova Gudi alla tíð,
tað er lívið, sum vit hava valt.’
-
2. Lítið á Gud Jehova, sum vit elska,
hann breiðir út sín verndarvong.
Reisist nú øll við torurødd at syngja
Gudi ein fagran gleðisong!
(NIÐURLAG)
Ein skansi er gleðin í Jehova.
Vit fegnast øll og syngja hart.
At vit fingu vónina, er undurfult,
og til heiður Guds vit gera vart:
’Ein skansi er gleðin í Jehova.
Vit prísa honum fram um alt.
At tæna Jehova Gudi alla tíð,
tað er lívið, sum vit hava valt.’
(Les eisini 1. Krøn. 16:27; Slm. 112:4; Luk. 21:28; Jóh. 8:32.)