Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 18

Vit takka fyri loysigjaldið

Vit takka fyri loysigjaldið

(Lukas 22:20)

  1. 1. Jehova, góði Gud,

    vit standa fyri tær,

    sum av kærleika og miskunn

    kom menniskjum nær.

    Tín kæra son, hin elskaða,

    tú ofraði,

    tá loystust deyðans bond, og vit

    vórðu sátt við teg.

    (NIÐURLAG)

    At bjarga okkum doyði hann,

    til frelsu dýra blóðið rann.

    Takk, Gud, at tann,

    ið leitar skjól hjá tær, nú liva kann.

  2. 2. Sítt reina lív læt Jesus

    fúsur vera gjald,

    og við hesi kærleiksgerð

    misti deyðin sítt vald.

    Vit vóru vilst og illa stødd

    í hesi verð,

    men Jesus birti vón um

    lívið, ið ævigt er.

    (NIÐURLAG)

    At bjarga okkum doyði hann,

    til frelsu dýra blóðið rann.

    Takk, Gud, at tann,

    ið leitar skjól hjá tær, nú liva kann.