Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 24

Komið niðan á fjall Jehova!

Komið niðan á fjall Jehova!

(Esaias 2:2-4)

  1. 1. Lítið upp móti ský,

    har er fjall Jehova Guds,

    grundfest á fjallatindum

    hátt á heilagum stað.

    Fólk úr allari verð

    gerast ferðabúgvin nú,

    rópa so hvørt til annað:

    ’Kom, tæn Gudi í dag!’

    Púra greitt er tað sagt,

    at hin minsti skal verða til tjóð!

    Her og nú savnast fólk,

    læra rættferðar leiðir og lóg.

    Milliónir á ferð

    streyma til hin sanna Gud;

    honum, ið øllum valdar,

    tæna fólkini glað.

  2. 2. Jesus gav okkum boð:

    ’Farið út og sigið frá,

    talið um friðarríkið,

    berið boð út í verð.’

    Hann er kongurin har,

    býður okkum fylgja sær

    – eyðmjúk úr øllum ættum

    eru longu á ferð.

    Ovurglað eru vit,

    nú so nógv leggjast til dag um dag,

    ja, og øll vitna fús

    fyri fólki av ymiskum slag.

    ’Komið niðan í dag

    á Guds fjall,’ vit rópa glað,

    ’berið Jehova heiður,

    vís í orði og gerð.’