SANGUR NR. 47
Bið til Jehova hvønn dag
-
1. Bið til Jehova, hann hoyrir teg væl,
fegin hann kemur við okkum á tal.
Sig honum alt, ið teg órógva man,
góður í ráðum hann beina tað kann.
Bið til Jehova hvønn dag.
-
2. Bið til Jehova og sig honum takk,
altíð til okkum Guds kærleiki rakk.
Fyrigev øðrum, í áliti bið,
tá kann Jehova teg umbera við.
Bið til Jehova hvønn dag.
-
3. Bið til Jehova á illgongdum veg,
kærleikans faðir er góður við teg.
Leita tær verju, og Gud gevur ráð,
hann er tann kletturin, vit líta á.
Bið til Jehova hvønn dag.
(Les eisini Slm. 65:6; Matt. 6:9-13; 26:41; Luk. 18:1.)