SANGUR NR. 91
Okkara kærleiksverk
-
1. Jehova, takksom og glað
vit standa fyri tær í dag.
Tað hús, vit bygdu her, kom í gerð,
tí tú vildi tað.
Vit bóðu stuðul frá tær,
við tíni signing gavst tú svar.
Vit framdu trúarsterk kærleiksverk,
kendu, tú vart nær.
(NIÐURLAG)
Jehova Gud, tað var ein heiður
at byggja navni tínum hús.
Vit skulu hjartans fegin bera tær allan prís
og dag frá degi tæna fús.
-
2. Til stóra gleði tað var
at fáa góðar vinir har.
Nú fylla minnini sinnini,
Gud, vit takka tær.
Tín andi elvdi til frið,
tú gjørdi okkum dugnalig,
og navn títt halgað varð, víða hvar.
Takk, at tú vart við!
(NIÐURLAG)
Jehova Gud, tað var ein heiður
at byggja navni tínum hús.
Vit skulu hjartans fegin bera tær allan prís
og dag frá degi tæna fús.
(Les eisini Slm. 116:1; 147:1; Róm. 15:6.)