Far beinleiðis til innihaldið

Hvørjum vóru Jehova vitni fyri undir holocaust?

Hvørjum vóru Jehova vitni fyri undir holocaust?

 Eini 1.500 av umleið 35.000 Jehova vitnum, sum búðu í Týsklandi og londum, ið vóru hersett av nasistum, doyðu undir holocaust. Deyðsorsøkin er ikki kend í øllum førunum. Av tí at kanningar enn verða gjørdar, kunnu ymiskar upplýsingar og tøl verða dagførd so við og við.

 Hvussu doyðu tey?

  • Falløks, sum nasistarnir brúktu

      Avrættingar: Nærum 400 Jehova vitni vórðu avrættað í Týsklandi og londum, sum vóru hersett av nasistum. Tey flestu komu fyri rættin, vórðu dømd til deyða og hálshøgd. Onnur vórðu skotin ella hongd uttan nakað slag av rættargongd.

  •   Ræðuligar umstøður í fongslunum: Meira enn 1.000 Jehova vitni doyðu í nasistiskum fangalegum og fongslum. Tey arbeiddu seg bókstavliga í hel ella doyðu av píning, svongd, kulda, sjúku ella vantandi læknaviðgerð. Onnur doyðu, stutt eftir at tey vóru leyslatin eftir seinna heimsbardaga, vegna ringu viðferðina tey høvdu fingið.

  •   Aðrar orsakir: Nøkur Jehova vitni vórðu dripin í gasskømrum, onnur vórðu brúkt til deyðiligar medisinskar royndir, og uppaftur onnur fingu deyðiligar innspræningar.

 Hví vórðu tey forfylgd?

 Jehova vitni vórðu forfylgd, tí tey livdu eftir tí, sum Bíblian lærir. Tá ið nasistiska stýrið kravdi, at tey skuldu gera nakað, sum er skeivt sambært Bíbliuni, noktaðu tey. Tey valdu at „lýða Gud meir enn menniskju“. (Ápostlasøgan 5:29) Her eru tvey dømi um, nær tey valdu at gera tað:

  1.   Tey vóru politiskt uttanveltað. Eins og Jehova vitni í øllum londum eru uttanveltað í politikki í dag, vóru tey tað eisini undir nasistiska stýrinum. (Jóhannes 18:36) Tí noktaðu tey ...

  2.   Tey livdu eftir síni trúgv. Hóast tað var forboðið hjá Jehova vitnum at útinna sína trúgv, hildu tey fram ...

 Søgufrøðingurin Robert Gerwarth sigur um Jehova vitni, at tey „vóru tey einastu í Triðja ríkinum, sum vórðu forfylgd uttan aðra orsøk enn sína trúgv“. a Aðrir fangar, sum vóru í fangalegunum, høvdu virðing fyri Jehova vitnum, tí tey vóru so støðuføst. Ein fangi úr Eysturríki segði: „Tey fara ikki í kríggj. Tey vilja heldur doyggja enn at drepa nakran.“

 Hvar doyðu tey?

  •   Í fangalegum: Tey flestu Jehova vitni doyðu í fangalegum.Tey vórðu sett í fangalegur sum til dømis Auschwitz, Buchenwald, Dachau, Flossenbürg, Mauthausen, Neuengamme, Niederhagen, Ravensbrück og Sachsenhausen. Tað er staðfest, at bara í Sachsenhausen doyðu umleið 200 Jehova vitni.

  •   Í fongslum: Nøkur Jehova vitni vórðu pínd til deyðis í fongslum. Onnur doyðu av løstunum, tey fingu, meðan tey vórðu avhoyrd.

  •   Á avrættingarstøðum: Jehova vitni vórðu avrættað serstakliga í fongslunum Brandenburg, Halle (Saale) og Plötzensee (Berlin). Haraftrat er staðfest, at Jehova vitni eisini vórðu avrættað á umleið 70 øðrum støðum.

 Nøkur av teimum, sum vórðu avrættað

  •  Navn: Helene Gotthold

     Avrættingarstað: Plötzensee (Berlin)

     Helene, ein gift kona við tveimum børnum, varð handtikin fleiri ferðir. Í 1937 varð hon so illa viðfarin undir einari avhoyring, at hon misti sítt ófødda barn. Tann 8. desember 1944 varð hon hálshøgd í einari falløks í fongslinum Plötzensee í Berlin.

  •  Navn: Gerhard Liebold

     Avrættingarstað: Brandenburg

     Tann 20 ára gamli Gerhard varð hálshøgdur 6. mai 1943, tvey ár eftir at pápi hansara varð hálshøgdur í sama fongsli. Í seinasta brævinum, sum hann skrivaði til familjuna og unnustuna hjá sær, segði hann: „Uttan styrki frá Harranum kundi eg ikki gingið hesa leið.“

  •  Navn: Rudolf Auschner

     Avrættingarstað: Halle (Saale)

     Rudolf var bara 17 ára gamal, tá ið hann varð hálshøgdur tann 22. september 1944. Í seinasta brævinum, hann skrivaði til mammu sína, segði hann: „Nógvir brøður hava gingið hesa leið, og tað fari eg eisini at gera.“

a Hitler’s Hangman: The Life of Heydrich, síða 105.