Hvussu verði eg Jehova vitni?
Fyri at gerast Jehova vitni, má mann gera tað, sum Jesus sigur í Matteus 28:19, 20. Ørindini lýsa tað, sum krevst fyri at gerast ein lærisveinur hjá Kristusi, sum eisini ber í sær at tosa, ella vitna, um Jehova.
1. Tú mást kanna, hvat Bíblian lærir. Jesus bað teir, ið fylgdu honum, ’gera lærisveinar og læra teir’. (Matteus 28:19, 20) Orðið „lærisveinur“ merkir bókstavliga „lærlingur“. Bíblian, og serliga tað sum Jesus lærdi, hjálpir tær at fáa eitt gott lív. (2. Timoteusarbræv 3:16, 17) Vit vilja fegin hjálpa tær at kanna, hvat Bíblian lærir. – Matteus 10:7, 8; 1. Tessalonikabræv 2:13.
2. Tú mást liva eftir tí, tú lærir. Jesus segði, at tey, ið vilja taka eftir honum, mugu ’halda alt, ið Hann hevur boðið teimum’. (Matteus 28:20) Hetta merkir, at tú mást liva eftir tí, sum tú lærir í Bíbliuni. Tað krevur kanska, at tú bæði broytir hugburð og atburð. (Ápostlasøgan 10:42; Efesusbrævið 4:22-29; Hebrearabrævið 10:24, 25) Fólk velja sjálv, um tey vilja fylgja Jesu boðum og víga sítt lív til at tæna Jehova Gudi. – Matteus 16:24.
3. Tú mást lata teg doypa. (Matteus 28:19) At verða doyptur verður í Bíbliuni samanborið við at verða grivin. (Rómbrævið 6:2-4) Vit kunnu í fluttari merking siga, at okkara gamla lív verður grivið, og at vit eftir dópin liva eitt nýtt lív. Við tínum dópi vísir tú alment, at tú hevur kannað, hvat Bíblian lærir, livir eftir tí og biður Gud um góða samvitsku. – Hebrearabrævið 9:14; 1. Pætursbræv 3:21.
Hvussu veit eg, um eg eri til reiðar at verða doyptur?
Tosa við teir elstu í samkomuni. Teir tryggja sær, at tú skilur, hvat dópurin ber í sær, fylgir tí, tú hevur lært, og hevur vígt teg til Gud av egnum fríum vilja. – Ápostlasøgan 20:28; 1. Pætursbræv 5:1-3.
Er alt hetta eisini galdandi fyri børn hjá Jehova vitnum?
Ja. Vit ala børnini upp í „tykt og áminning Harrans“, sum Bíblian áleggur okkum. (Efesusbrævið 6:4) So hvørt sum børnini gerast eldri, mugu tey kortini sjálv kanna, góðtaka og fylgja tí, sum Bíblian sigur, áðrenn tey kunnu verða doypt. (Rómbrævið 12:2) Tá ið samanum kemur, velur hvør einstakur sjálvur, hvønn trúarbólk hann vil hoyra til. – Rómbrævið 14:12; Galatiabrævið 6:5.