Trúgva Jehova vitni á Gamla testamenti?
Ja. Jehova vitni trúgva, at øll Bíblian er „innblást av Gudi og er nyttulig“. (2. Timoteusarbræv 3:16) Hetta fevnir bæði um Gamla testamenti og Nýggja testamenti, sum tey vanliga verða nevnd. Jehova vitni nevna vanliga hesar partarnar av Bíbliuni tær Hebraisku skriftirnar og tær Kristnu griksku skriftirnar. Á tann hátt geva vit ikki øðrum ta fatan, at partar av Bíbliuni eru avoldaðir ella óviðkomandi.
Hví hava kristin bæði brúk fyri Gamla testamenti og Nýggja testamenti?
Við íblástri frá Gudi skrivaði Paulus ápostul: „Alt, ið áður er skrivað, er jú skrivað okkum til lærdóm.“ (Rómbrævið 15:4) Tí eru upplýsingarnar í Hebraisku skriftunum virðismiklar. Har finna vit millum annað læruríka søgu og hent ráð.
Lærurík søga. Í Hebraisku skriftunum verður sagt nágreiniliga frá skapanini og syndafallinum. Uttan hesar upplýsingarnar høvdu vit ikki havt nøktandi svar upp á spurningar sum: Hvaðani koma vit? Hví doyggja vit? (1. Mósebók 2:7, 17) Haraftrat stendur í Hebraisku skriftunum, hvussu sambandið var ímillum Jehova Gud og menniskju, sum kendu til bæði gleði og avbjóðingar eins og vit. – Jákupsbrævið 5:17.
Hent ráð. Í Orðtøkunum og Prædikaranum, bíbliubókum í Hebraisku skriftunum, er tíðarleysur lívsvísdómur at finna. Har eru ráð um, hvussu vit fáa eitt gott familjulív (Orðtøkini 15:17), hvussu vit fáa røttu áskoðanina á arbeiði (Orðtøkini 10:4; Prædikarin 4:6), og hvussu ung kunnu fáa tað besta burtur úr ungdóminum (Prædikarin 11:9 – 12:1).
Tað kann eisini vera hent hjá okkum at lesa Móselógina, sum er at finna í teimum fyrstu fimm bókunum í Bíbliuni. Hóast henda lógin ikki er bindandi fyri kristin, kunnu dýrabaru meginreglurnar í henni hjálpa okkum at fáa eitt gott lív. – 3. Mósebók 19:18; 5. Mósebók 6:5-7.